![Innkomuvegurin](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/0/f/csm_innkomuvegurin_f2def4b8ee.png)
![Innkomuvegurin](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/0/f/csm_innkomuvegurin_f2def4b8ee.png)
Tórshavnar kommuna: Á eykabýráðsfundi seinnapartin hevur Tórshavnar býráð endaliga samtykt íbindingarvegirnar í samband við innkomuvegin.
Tekniski stjórin og býarverkfrøðingurin mæltu til eina eykajáttan til íbindingar, rundkoyringar og ferðslustýringsloysnir. Heimilað varð samstundis umsitingini at gera sáttmála við P/F Articon um hesar heildararbeiðstøkur.
Málið varð beint í býráðið sum eykajáttanarmál, ið tørvar tvær viðgerðir.
Á býráðsfundi 26. oktober varð málið einmælt samtykt. Seinnapartin varð málið so einmælt samtykt við aðru viðgerð.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo