Í mong ár hava fólk í Havnini funnist at tí lokalpolitikki, sum altíð setur dagsskránna á løgtingi.
Rakstrarrópið úr høvuðsstaðnum hevur verið ”vit mugu fáa landspolitikarar”, sum taka atlit til alt samfelagið.
Mong vóru tí fegin, tá Føroyar vórðu gjørdar til eitt valdømi.
Nú kom landspolitikkur á dagsskrá.
Men tað hevur ongantíð verið verri enn í dag, og HAVNIN gongur á odda.
Býráðið hevur leitað heilt av Glyvursnesi og norð til Kollafjørð eftir lendi til nýggja góðshavn.
Samstundis er ein tunnil farin í gerð, sum flytir Skálafjørðin 9 km frá Havnini.
Føroya besti fjørður kemur sostatt at liggja nærri høvuðsstaðnum enn Kollafjørður.
Landspolitiskt er eingin ivi um, hvar ein góðshavn eigur at liggja.
Men av tí at ein havn á føroya besta firði kemur at liggja ”uttanfyri kommunumark”, hevur tað als ongan áhuga hjá ”solidarisku javnaðarhugsjónini” í høvuðsstaðnum.
Kongaríkið á Vaglinum sær ikki útum sín egna nalva.
Javnaðurin í høvuðsstaðnum hevur annars gingið inn fyri flogvølli á Glyvursnesi og harvið himprast ”solidariska” javnaðarhugsjónin ikki við at niðurleggja 200 arbeiðspláss í Vágum.
Nú fáa vit sostatt tvær góðshavnir – eina við hvønn tunnilsmunnan.
Sæð við landspolitiskum eygum er hetta reinur ørskapur, men hetta er havnapolitikkur og lokalpolitikkur tá hann er uppá tað besta.
Ad-hoc toymið
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo