Landsstýrið stýrir uttan kumpass og kós. Einasta mál er Vaglið í Tórshavn.
Primera vinnan hjá bygdafrellinum skal bløða og skattast av bæði botn- mið- og topplinju og pengarnir skulu flytast til høvuðsstaðin. Tí onkur skal gjalda alsamt vaksandi og óeffektiva almenna bygnaðin.
Nøkur av bestu aliøkjunum í landinum eru í Norðoyggjum. M.a. í Hvannasundi. Hvønn dag seta fólk innan alivinnuna í hesum øki lívið í vága, tí alivinnan brúkar 40 ára gamlar smogur (summi kalla hetta tunnlar) ella almennar deyðsfellur.
Hetta er einasta flutningsleiðin ið almennu Føroyar kunnu bjóða spennandi og gevandi aliøkinum í Hvannasundi.
Hvannasunds kommuna hevur størri alivirksemi enn Tórshavnar Kommuna, hóast fólkatalið er minni enn 2% av Tórshavn. Hetta krevur eisini nógv av kommununi.
Nú hevur nýggja Havnasamgongan samtykt, at tøkugjaldið í alivinnuni skal hækkast og latast út til kommunurnar í mun til fólkatalið.
Føroya Landsstýri kann ikki bjóða Føroya besta aliøki eina farleið, sum uppfyllir grundleggjandi trygdarkrøv.
Men nú uppkrevur landsstýrið lendisleigu í Hvannasundi og leigugjaldið skal latast Heðini Mortensen.
Hvat verður tað næsta?
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo