Tórshavnar kommuna: Serføroyski matmarknaðurin, ið skuldi vera í Tórsgøtu leygardagin 23. oktober, er fluttur til sunnudagin 24. oktober. Í hesum sambandi verður Tórsgøta stongd fyri allari ferðslu frá Sverrisgøtu oman til Vágsbotn frá klokkan 8-19 sunnudagin.
Parkeringsøkið við Reinsaríið verður stongt fyri allari parkering frá fríggjarmorgunin 22. oktober klokkan 8.
Staðbundin matmarknaður við hágóðskuvørum
Matframleiðarar úr øllum Føroyum luttaka á marknaðinum, og møguleiki verður at keypa hágóðskuvørur beinleiðis frá framleiðarunum: seyðakjøt- og avroð, neytakjøt, turkaðan tara, nýupptikið grønmeti og annað gott.
Nærri kunning um serføroyska matmarknaðin »Staðbundin matmarknaður«, sum Matkovin skipar fyri, finnur tú her:
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo