Tórshavnar kommuna: Leygardagin 23. oktober verður serføroyskur matmarknaður í Tórsgøtu í Havn. Í hesum sambandi verður Tórsgøta stongd fyri allari ferðslu frá Sverrisgøtu oman til Vágsbotn frá klokkan 10-17.
Matframleiðarar úr øllum Føroyum luttaka á marknaðinum, og møguleiki verður at keypa leskiligar hágóðskuvørur beinleiðis frá framleiðarunum: seyðakjøt- og avroð, neytakjøt, turkaðan tara, nýupptikið grønmeti og annað gott.
Nærri kunning um serføroyska matmarknaðin »Staðbundin matmarknaður«, sum Matkovin skipar fyri, finnur tú her:
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo