Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Torravikan varð skotin í gongd í gjár, og á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu ber til at síggja myndarøð frá framsýningini "HAV" í Posthúskjallaranum, umframt frá fyrilestrunum og kjakinum í Betri í gjárkvøldið.

Í dag bjóðar skráin millum annað hugnaløtu í Smæruni, sum er staðsett í veghæddini á Sambýlinum á Heygnum, har Óli Jacobsen fer at greiða frá og hugleiða um evnið "Kvinnurnar og havið". Hugnaløtan byrjar kl.15.

Harafturat eru hugleiðingar á Skúlatrøð, fyrilestur í Íverksetarahúsinum og skrúvuguðstænasta í Christianskirkjuni, umframt framsýningarnar, sum hava opið alla Torravikuna. 

Torraskráin finnist í fullari longd á www.klaksvik.fo/torradagar

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo