Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Í sambandi við Torradagarnar bjóðar Betri til áhugaverdar fyrilestrar og kjak um útlitini á føroyska landgrunninum, við serligum atliti til botnfiskastovnarnar. Tiltakið verður mánadagin 19. februar, kl. 17-19, har øll eru vælkomin.

Tað eru teir báðir Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni og Eyðun Hansen, skipari, sum fara at greiða frá og kjakast.

Stjórin á Havstovuni fer m.a. at greiða frá havfrøðiligum viðurskiftum, magakanningum, yngulkanningum og øðrum viðurskiftum, sum verða tikin við, tá stovnsmetingar verða gjørdar. Eyðun Hansen, skipari, hevur seinastu árini sett seg væl inn í føroyskan fiskiskap ígjøgnum tíðirnar, og hevur mangan sett spurnartekin við stovnsmetingar og arbeiðið hjá Havstovuni.

Lagt er upp til eitt spennandi og hugvekjandi kjak aftaná fyrilestrarnar.

Eisini bjóðar Betri okkurt gott til góman.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo