Visit Tórshavn: Tordis K. á Rógvi Biskopstø er í dag sett í starv sum stjóri í Visit Tórshavn.
Tað er ein sera væl skikkaður stjóri, ið nú skal standa á odda fyri ferðavinnuni í Tórshavnar kommunu. Hon kemur úr starvinum sum menningarleiðari í Visit Vágar, ið hon hevur røkt síðan 2020.
Tordis hevur ein Master í ferðavinnu frá Aalborg Universitet og hevur drúgvar royndir innan økið. Hon er 36 ár og upprunaliga úr Vestmanna, men nú búsitandi í Havn.
Tordis byrjar í starvinum 1. mai og avloysir Liljan Weihe, ið varð vald á Løgting á valinum í desember.
Visit Tórshavn heldur til í gamla bankabygninginum í Steinatúni, og er tann mest vitjaða og mest brúkta kunningarstovan í landinum.
Visit Tórshavn arbeiðir yvirskipað við at miðsavna og kunna borgarar og ferðafólk um Havnina, og hevur í nógv ár verið ein miðdepil fyri ferðavinnu í Føroyum.
Endamálið hjá Visit Tórshavn er at menna eina burðardygga ferðavinnu í Tórshavnar kommunu. Tað er at skapa áhuga fyri Havnini, stuðla handilslívi, tænastuvinnu, mentan og annars virka fyri, at býurin er áhugaverdur at vitja, liva og virka í.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo