Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Mynd: Tórbjørn Hjelm/Kringvarp Føroya

Mynd: Tórbjørn Hjelm/Kringvarp Føroya

Mynd: Tórbjørn Hjelm/Kringvarp Føroya

Tvey ógvuslig skriðulop hava verið í Klaksvík fyrrapartin.

Í tí eina førinum var ein maður fangaður í skriðuni og mátti gravast leysur.

Tórbjørn Hjelm og pápi hansara vóru í grannahúsunum og sóu mannin fara undir. Og so var at bera skjótt at.

Hoyr samrøðu, sum Kringvarpið gjørdi við Tórbjørn Hjelm her

Klokkan 14.20 í dag boðaði Klaksvíkar kommuna frá, at í samband við skalvalopini er tilbúgvingin og politiið byrjað at flyta fólk burtur úr økinum Undir Brúnni, Undir Klakki, og Undir Hálsi í Klaksvík.

Eisini verður farið á eystaru síðu til gøturnar Millum Hjalla, Undir Grashjalla, Helnaskákið, Helnabrekku, Kjalarveg, Kráargøtu og Geilina at flyta fólk burtur.

Badmintonhøllin og KÍ-høllin eru savningarstøð.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo