Í morgun, tá ið toran gekk, so sló hon niður fleiri staðni í Vágum og á Fugloynni.
Tí hava fleiri fólk á hesum støðum hvørki hoyrt útvarp ella fingið brúkt fartelefonina ella sæð sjónvarp.
Sambært Páll Vesturbú, frá NET, so er brekið umvælt í Fugloy, men tað er tað ikki á Skeiðini í Sørvági.
Páll Vesturbú roknar tí ikki við at fólk í Sørvági og Bø fáa samband aftur fyrr enn á middegi í morgin.
- Skaðin á Skeiðini var so stórur, sjálv talvan fekk stóran skaða, at tað tekur sína tíð at umvæla hann.
- Og vit hava eisini hoyrt frá kundum, at teirra útgerð er farin, til dømis beinarar, sigur Páll Vesturbú.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo