Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Eg fekk hug til konsertina við Tóru, tí eg kenni hana ikki so væl fyri sín egna sangliga leiklut, men meira innan skipan av kórsangi og øðrum.

Hoyrdi eitt stutt prát við hana í vikuskiftissendingini, har hon segði seg hava eitt upplegg við jólatónleiki, sum hon eisini skuldi føra fram á Finsen.

Væl valt, hevði hon funnið sær tónleikaligan styrk frá Jóhannesi Andresen á klaver, Elsu Mariu Dam Kongslíð á floytu og Jón Festirstein á viola.

Eisini var sjálv pallsetingin eisini sett væl upp til høvið, so tað var spennandi at seta seg í Auluna í Finsen fyri at leggja oyruni til tað, tey høvdu á hjartað.

Fyrst varð lagt út við tónleiki frá omanfyri nevndu tónleikarum, men so kom Tóra inn, har uppleggið var í jólakendum og nærverandi uppleggi.

Tað var úhugavert at hoyra tey við sínum uppleggi til fleiri av teimum kendu, sum tey megnaðu til eitt STÓRT UG!

Í øllum var eisini pláss fyri at hoyra frálíku tónleikararnir spæla eina útseting av Bach, sum eisini bar boð um dugnaligu og góðu evnini.

Vit sluppu við
Eftir eina røð at klassikarum vildu tey hava okkum áhoyrarar at syngja við á Gleðilig Jól, sum eg haldi var bæði serstakt og kundi bara leggja botn fyri einum hugnaligum jólum.

Heimlongsul
Tá konsertin byrjaði, bað Tóra okkum seta okkum og bara njóta, tí uppleggið var bæði kend og minni kend løg, men so var eisini okkurt, sum vit ongantíð høvdu hoyrt fyrr.

Tá hon hevði sagt okkum um ymsar upplivingar til hetta við jólum og at vit ynskja okkum á onkrum ávísum stað á jólum, fingu vit høvið at hoyra hennara nýggjasta jólalag “Heimlongsul”, sum var sera yndisligt og nærverandi.

Virðiligur endi
Tá so hesin tímin var gingin, kom so “O Holy Night” á skrá, sum aftur bar boð um góðsku við tí innbygdu kensluni av nærveru og tí, sum aftur kann fáa okkum í góðan jólahýr.

Eftir klassiku fagnanina við lógvabrestur og tí takksemi vit bóru teimum, fingu vit teirra upplegg til “Halleluja”, sum fekk tað at renna kalt niður eftir rygginum!

Tóra Vestergaard hevur eina sera góða rødd, sum fekk meg í løtum at hugsa um Sissel Kyrkjebø, tí tað er eisini sermerkt, at hon hevur vunnið sær styrk á sera høgum støði – FLOTT!

Fríðálvur A. Jensen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo