FSF: – Seinastu nógvu dystirnar hevur gingið rættuliga væl hjá okkum í Víkingi, og tað hevur eisini gingið væl við málskjótingini. At eg so eisini fáa hendan heiðurin, ger tað bara stuttligari.
Tað sigur Sølvi Vatnhamar, ið fekk flestar atkvøður, tá besti spælari í Betri Deildini í oktober mánaða skuldi veljast. Tá talt var saman, hevði miðvallargeneralurin hjá teimum ljósabláu og toppskjúttin í fremstu deildini hjá monnnum við 21 málum fingið 23 av 27 møguligum stigum.
Aðrir, ið eisini fingu fitt av atkvøðum í oktober, vóru Odmar Færø úr KÍ, Adrian Justinussen úr HB, og tveir av liðfeløgunum hjá Sølva, Ingi Jonhardsson og Olaf Bárðarson.
Tað eru landsliðsvenjarar, miðlafólk og viðmerkjarar, ið atkvøða fyri besta spælara hvønn mánaða. Fyri heiðurin fekk Sølvi Vatnhamar handað eitt gávukort upp á 1.000 krónur frá matstovuni HAPS í Havn, umframt eina glasstandmynd , ið er latin av Betri.
Hesaferð var tað ein av ídnastu Víkingafjepparunum og systkinabarn Sølva, Magnus Vatnhamar Olsen, ið vegna Fótbóltssamband Føroya stóð fyri handanini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo