Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Williamsgrunnur skipar fyri pallborðsfundi um William Heinesen og H.C. Andersen í Norðurlandahúsinum 29. august kl. 17-19.

Høvið er byggiverkætlan á trøðni hjá Williami Heinesen og Elisu Heinesen, sum arkitektar hjá Henning Larsen North Atlantic arbeiða við í løtuni. Skitsuuppskotið verður eftir ætlan liðugt í heyst. Ósbjørn Jacobsen, arkitektur og designstjóri hjá Henning Larsen North Atlantic, fer at greiða eitt sindur frá útgangsstøði og avbjóðingum í verkætlanini.

Samstundis er vitjan úr Odense  Kommune og mentanarlívinum í Odense. Umboð úr Odense fara at greiða frá teimum H.C. Andersen-verkætlanum og tiltøkum, sum verið hava í Odense seinastu árini. Her verður m.a. hugsað um H.C. Andersen Games, sum er árlig hending í Odense og um nýbygningin The Fairy Tale House hjá japanska arkitektinum Kengo Kuma.

Hugsanin við tiltakinum er at fáa samanborið Havnina og Odense sum ikonbýir fyri tvey stór skald og listafólk. Spurt verður, hvussu býirnir báðir kunnu fáa íblástur hvør frá øðrum, tá um ræður mentanarferðavinnu, býarmenning og branding yvirhøvur.

Pallborðsluttakarar
Ósbjørn Jacobsen, arkitektur og designstjóri, Henning Larsen arkitektar, North Atlantic

Stefan Birkebjerg Andersen, stjóri í fyrisitingini hjá Odense Kommune

Henrik Harnow, stjóri, Odense Bys Museer

Jens Toftgaard Andersen, mentanarstjóri, Odense Bys Museer

Johs. Nørregaard Frandsen, professor emeritus og fyrrv. leiðari av Center for H.C. Andersen Studier, Syddansk Universitet

Bergur Rønne Moberg, lektari á Københavns Universitet, verður pallborðsstjóri

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo