Synergi: Ársins leiðari er tignarligasti heiðurin, ein leiðari í Føroyum kann fáa. Júst hvør fer avstað við heiðrinum í 2020, verður avdúkað kl. 16.15 á Leiðaradegnum, sum verður uppi á Hotel Føroyum fríggjadagin 31. januar 2020.
TOPP 3 kandidatar til Ársins leiðarar 2020 valdir
Dómsnevndin, sum tekur endaliga avgerð um, hvørji gerast Ársins leiðarar 2020, hevur nú funnið fram til 3 sterk topp-kandidatar. Í dómsnevndini 2020 sita Guðrið Højgaard, stjóri Visit Faroe Islands, Søren Bruun, stjóri í Suðuroyar Sparikassa og Malan Johansen, stjóri í Landsbanka Føroya.
TOPP 3 í stavrað >>
Topp 3 kandidatar innan tað almenna
- Gudmundur Joensen, Ítróttaháskúlin í Suðuroy
- Jógvan Fríðriksson, Føroya Biskupur
- Johanna á Tjaldrafløtti, Húsarhaldsskúli Føroya
Topp 3 kandidatar innan tað privata
- Árni Jakobsen, SMJ
- Fróði Clementsen, Teldutænastan
- Sunneva Háberg Eysturstein, Sirkus
Fríggjadagin 31. januar 2020 verður avdúkingin
Stóra leiðsluráðstevnan, har leiðarar ur øllum landinum hittast, verður á Hotel Føroyum fríggjadagin 31. januar. Høvuðsrøðari á degnum verður Christian Ørsted, kendur m.a. frá síni metsølubók “Livsfarlig Ledelse”. Hann arbeiðir nú uppá eina nýggja bók, ið viðger myturnar um broytingar á arbeiðsplássum, sum trívast millum leiðarar og okkum øll. Hetta fert tú at hoyra um á Leiðaradegnum 2020.
Stóra tema á degnum er “Fólk dáma ikki broytingar | Sannleiki ella myta?”.
Røðarir á skránni:
- Hedvig Johansdóttir | Ársins almenni leiðari 2019
Leiðaradagurin 2020 verður settur - Christian Ørsted | Leiðsluráðgevi og rithøvundur
Fólk dáma ikki broytingar – Sannleiki ella myta? - Steinbjørn Hardlei | Rektari á Glasi
Ástøðiligur brellbiti um broytingarleiðslu - Turið F. Arge | Rakstrarstjóri í BankNordik
Tað er ikki líka mikið, hvussu tú fremur broytingar - Rune Green | Dramaturg & Humorist
Hvussu brúka vit humor tá alt broytist? - Ársins Leiðarar 2020 verða kosnir
Áhugin fyri degnum er stórur.
Fá pláss eru tó eftir til Tapas hjá Katrinu, sum er endabresturin um kvøldið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo