Tórshavnar kommuna: Stórsligna altjóða tøkniráðstevnan TONIK verður í SILO fríggjadagin 3. mai.
Endamálið við ráðstevnuni er at veita føroysku tøknivinnuni og íverksetum ein kveikjandi og savnandi pall. Harafturat er hetta eitt upplagt høvi at knýta sambond og vitanardeila við fólki úr øllum heiminum..
TONIK 2024 er fyri vinnuna og øll, ið eru áhugaði í nýskapandi tøkni og íverksetan. Kveikjandi aktivitetir innan tøkni og list verða á fimm hæddum í óhátíðarligum og estetiskum umhvørvi í SILO og Sjóvinnuhúsinum.
25 fyrilestrarhaldarar úr bæði Føroyum og útlondum fara at leggja fram um nýggjastu rákini innan tøkni, nýskapan og íverksetan. Eisini ber til at vitja básar, luttaka í vekstovum og vitja íleggjarar, ið sita klárir til prát í uppihaldstovum á øllum fimm hæddunum í SILO.
Hugskotið er ein av høvuðsfyriskiparunum og eisini fer Tórshavnar Kommuna at hava sín egna bás, har til ber at síggja, hvussu kommunan nýtir nýmótans tøkni í arbeiði sínum.
Meira fæst at vita á heimasíðuni www.tonik.fo
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo