Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Jørgen Niclasen, Annika Olsen og Heðin Zachariassen vilja eftir øllum at døma ikki hjálpa kommunum at fáa lív aftur í tóm hús. Tað er ikki góður fólkaflokspolitikkur, siga tey.

Við at kalla tænastugjøld fyri ognarskatt og at pástanda, at tóm hús einki kosta kommunum og skattgjaldarum, berjist Fólkaflokkurin sum úlvur á skóg móti at geva kommununum eina heimild at fáa lív og ljós í tómu húsini aftur.

Tænastugjøld á tóm hús eru ikki ognarskattur. Ognarskattur er ein skattur, sum hongur beinleiðis saman við og verður roknað av metta virðinum á einari ogn. Tað vil siga, at størri virðið á ognini er, størri er skatturin. Tænastugjøld hava onki samband við virðið á ognini, men ístaðin við tær útreiðslur, kommunurnar hava av einum húsi, har ongin skattgjaldari býr.

Eg skilji væl, at Fólkaflokkurin er ímóti at skatta virðið á ogn/kapitali. Tað er jú ein samhaldsfast skipan, har tey, ið eiga ogn verða skattaði, tey, ið eiga nógva ogn verða skattaði meira, og tey ognarleysu ongan skatt gjalda. Tað er ikki góður fólkaflokkspolitikkur, og friður verði við tí, tí hetta er ikki ognarskattur.

Tóm hús kosta eisini
Fólkaflokkurin vil eisini vera við, at tað kostar kommununum einki at hús standa tóm ella bert verða nýtt til summarhús. Tað mugu vit so líka hyggja eftir.

Kloakk og vatn verður íbundið frá bygging, men vatnið skal leypandi sóttreinsast, vatnverkini dagførast, vatnleiðingar endurnýggjast. Kommunurnar hava skyldu at tryggja eina vælvirkandi og dagførda kloakkskipan, eins og kommunan viðlíkaheldur vegirnar, grevur kava og saltar. Eisini hevur kommunan skyldu til at hava eina tilbúgving, sum kann rykkja út tá eldur er í ella skaði stendst av veðrinum.

Hetta eru tænastur, sum øll hús í kommununi hava krav uppá at fáa, men hvørs útreiðslur bara skattgjaldararnir í kommununi bera.

Tóm hús eru ikki ein trupulleiki í Tórshavnar kommunu, og tí kann Annika Olsen kanska umberast fyri ikki at síggja trupulleikan. Men hon hevur hóast alt innlit í hetta gjøgnum kommunufelagið, og tí er eingin umbering.

Einki rusk er at heinta frá einum tómum húsum, verður eisini sagt. Men tá eigarin so kortini fer í summarferiu í húsunum, kemur eisini rusk frá hesum húsinum. Og tá eigarin fer at renovera húsini, kemur ein rúgva av byggitilfari og ruski á umhvørvisplássið.

Hetta er ein tænasta, vit veita, men sum bara skattgjaldarin í kommununi ber útreiðslurnar av.

Hetta er ikki góður skattapolitikkur, at lata íbúgvarnar í nøkrum kommunum, har tóm hús eru ein trupulleiki, gjalda fyri tænastur, ið onnur njóta gott av uttan at lata nakað afturfyri.

Vit ynskja veruliga ljós og lív í húsini
Okkara størsta ynski sum kommuna er, at tað búgva fólk í hvørjum einasta húsi.

Tað er ótrúliga syrgiligt at síggja nógv hús standa tóm, og samstundis at vita sær, at tað eru familjur og fólk, ið fegin vildu sloppið at keypt/leigað sær hesi somu húsini.

Men fyri eigaran kostar tað einki húsið stendur tómt meginpartin av árinum. Tí skal eitt tænastugjald helst eisini fáa fólk at umhugsa, um tey heldur vilja leiga tómu húsini út ella møguliga at selja tey, ella um tey gjarna ynskja at varðveita húsini og afturfyri gjalda eitt rímiligt tænastugjald til kommununa.

Tað fer at skapa ein nýggjan dynamikk á bústaðarmarknaðin á bygd, sum vit hava tørv á! Hjá okkum stendur tíggjunda hvørt hús ella meira tómt í løtuni.

Samstundis leita fólk við lykt eftir bústaði.

Tað er nógv betri bústaðarpolitikkur at aktivera tey eksisterandi húsini í kommununi, enn bara at halda áfram at ognartaka lendi til meira nýbygging, samstundis sum fleiri hús standa tóm. Hesi bæði tingini mugu eisini vigast upp móti hvørjum øðrum.

Tóm hús kosta ikki nógv, men tey kosta. Mest av øllum kosta tey í mistum inntøkum, tí har kundi kanska búð eitt fólk ella ein familja, sum eisini góvu eitt ískoyti til okkara felags kommunukassa.

Tænastugjøld eru ikki ognarskattur. Tað er góður bústaðarpolitikkur, at aktivera tóm hús. Tað er góður umhvørvispolitikkur at gagnnýta verandi hús, heldur enn at byggja nýtt. Og tað er góður lendispolitikkur, at ognartaka sum minst til nýbygging. Men tað er eftir øllum at døma ikki fólkaflokkspolitikkur.

Gev okkum bara hasa heimildina, so vit aftur kunnu fáa lív og ljós í tómu húsini.

Alternativið er at geva okkum heimild at áseta bústaðarskyldu, men tað er í mínari verð eitt nógv størri inntriv í persónliga frælsið, enn eitt rímiligt tænastugjald fyri kommunalu tænasturnar.
 
Rógvi Nybo
Formaður í Teknisku nevnd í Sunda kommunu

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo