Skúlaungdómar tuskaðu inn í Havnar Bio seinnapartin til føroysku teknifilmsrøðina Skúla Scam, sum 17 ára gamli Tóki Jansson hevur gjørt.
Tóki var ógvuliga spentur undan sýningini. Hetta var frumsýningin, nú teknifilmsrøðin fer av landinum at luttaka á filmsfestivalinum Buster í Keypmannahavn.
Ungi filmsleikstjórin hevur sjálvur bæði teknað, skrivað handritið og lagt røddir til filmin. Jónas í Dali Wagner hevur lagt Tóka lag á.
Hetta er fyrstu ferð, ein føroyingur er umboðaður á filmsfestivalinum fyri børn- og ung í Keypmannahavn.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo