Til og við 16. august 2018 ber til at søkja inn á tøk lestrarpláss til bachelorútbúgvingar, hjánám og masterútbúgvingar á Fróðskaparsetri Føroya.
Umsóknirnar verða viðgjørdar so hvørt, tær verða móttiknar. Tí er at skunda sær, tí tann, ið fyrst søkir, fær fyrst bjóðað lestrarpláss.
Tøk pláss eru á hesum bachelorútbúgvingum og hjánámum:
· B.A.í føroyskum - Mál og bókmentir
· B.A. í søgu (Smátjóðir og altjóðagerð)
· B.S.Sc. í samfelagsvísindum (Politikkur og umsiting)
· B.S.Sc. í samfelagsvísindum (Sosialvísindi og samfelagsplanlegging)
· Hjánám í politikki og umsiting
· Hjánám í sosialvísindum og samfelagsfrøði
· Hjánám í søgu
Umsóknarblað til bachelor og hjánám fæst HER.
Harumframt eru eisini tøk lestrarpláss á hesum masterútbúgvingum:
· M.A. í søgu - smátjóðir og altjóðagerð
· M.S.Sc. í politikki og umsiting
· M.S.Sc. í sosialvísindum og samfelagsplanlegging
Umsóknarbløð til masterútbúgvingarnar:
Masterlæra (Søga, Politikkur og umsiting og Sosialvísindi og samfelagsplanlegging)
MA í løgfrøði
M.Sc. í heilsuvísindum
Umsóknir og skjøl, sum t.d. av rit av miðnámsprógvi ella øðrum prógvi, skulu sendast til lestur(at)setur.fo.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo