Landsbankin: Myndin niðanfyri vísir íløguútreiðslurnar, sum eru undir almennum ræði, tað vil siga hjá landi, kommunum, sosialum grunnum og ríki, umframt fyritøkum undir almennum ræði, undir einum [1]. Myndin vísir, at framdu almennu íløgurnar eru konjunkturviðgangandi, bæði hjá landi, kommunum og hjá fyritøkum undir almennum ræði. Tá tað gongur væl í búskapinum (2014 og fram) veksa íløgurnar, og tá tað gongur verri (eftir 2008), minka íløgurnar. Íløgurnar eru tí við til at gera sveiggini í búskapinum uppaftur størri.
Tað er umráðandi, at tað almenna undir einum strembar eftir eini støðugari gongd í almennum íløgum fyri at stabilisera gongdina í búskapinum. Tað vil siga, at íløgurnar skulu vera á einum jøvnum støði uttan mun til, hvussu tað annars gongur í búskapinum.
Bæði land og kommunur hava tørv á miðvísari stýring og samskipan av íløgum, eins og tørvur er á samskipan av íløguvirkseminum hjá fyritøkum undir almennum ræði. Sum myndin vísir, hevur tað ikki gingið væl at halda eina javna íløgugongd hesi 18 árini (2003-2022).
Les meira í heystfrágreiðingini hjá Búskaparráðnum her.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo