Vit eru vald at taka ábyrgd, og eiga altíð, fyrst og fremst, at peika inneftir.
Tað hava vit gjørt. Vit hava spurt okkum sjálvi, hvat kunnu vit gera við støðuna?
Tí hava vit betrað munandi um almenna raksturin hóast metstórar lønarhækkingar.
Samstundis hava vit givið ein søguliga stóran skattalætta til lægri- og miðallønt fyri at lætta um gerandisdagin. Fíggjað, væl at merkja, soleiðis at tað ikki rakar okkum aftur í halan.
Tað er at taka ábyrgd av fíggjarligu støðuni. Ikki bara hjá landinum, men eisini fyri at hjálpa vanliga føroyinginum.
Tað er tíverri ikki nóg mikið, Tí vit mugu framhaldandi peika inneftir og spyrja okkum sjálvi, hvat vit kunnu gera við støðuna.
Og vit eru noydd at gera nógv meira.
Formenninir í stóru andstøðuflokkunum eru ónøgdir og harta løgman fyri at peika eftir teimum.
Men, tað er ikki neyugt hjá løgmanni at peika.
Tí tølini peika.
Seinasta frágreiðingin frá Moody’s vísir greitt, at meðan rakstrarúrslitini batnaðu munandi tíðarskeiðið 2015-2019, versnaðu tey tíðarskeiðið 2019-2022.
Nú batna tey aftur.
Tað kunnu fólk so leggja tað í, tey vilja.
Fíggjarlógir og landsroknskapir vísa harafturat, at landskassin hevði útvið 1,5 mia. í yvirskoti tíðarskeiðið 2015-2019, meðan úrslitið var stívliga 40 mió. tíðarskeiðið 2019-2022.
Eitt tíðarskeið, ið ikki bara var merkt av koronufarsóttini, men eisini av 100-tals mió. krónum í eingangsinntøkum og ovurstórum íløgum, sum enn eru í gongd, og tí eisini enn tyngja lanskassan.
Tað kunnu fólk so eisini leggja tað í, tey vilja.
Og so vísa framrokningar, at vit nú veruliga fara at merkja avleiðingarnar av forskattingini av pensjónum, har vit verða færri, ið skulu spara upp til - og gjalda skatt av - pensjón, í mun til tey, sum fáa pensjón.
Hetta eru metingar, roknskapir og framrokningar, ið fortelja eina søgu. Hetta eru tøl, ið peika.
Men, vit sita við valdið, og vit mugu peika inneftir.
Tað hava vit gjørt, og tað fara vit framhaldandi at gera.
Hans Jacob Thomsen,
løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo