Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Lagt er upp til ein lívligan tingfund í dag har málini, sum tingfólk eru prinsipielt ósamd um koma til fyrstu viðgerð.

Talan er um uppskotið hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, um at hækka gjøldini sum alivinnan skal gjalda fyri framíhjárættin til føroysku firðirnar. Havbúnaðarfelagið hevur í hoyringsskrivi víst á, at tað eru risastóru íløgurnar í smoltstøðir seinastu árini sum hevur ment vinnuna so nógv. Og hesar íløgur noyðast at halda fram, um føroyska alivinnan skal halda fram at vera ímillum heimsins fremstu.

- Fer landið at taka stórar upphæddir inn frá alivinnuni nú, fara avleiðingarnar eisini at merkjast sum ringvirkningar úti í øllum føroyska samfelagnum, sigur felagið millum annað.

Hitt uppskotið eigur Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum. Tað er um veiðigjøld fyri fiskiskap. Eisini har eru nógv hoyringsskriv. Reiðarafelagið vísir á, at tað verður neyðugt við stórum íløgum komandi árini, ikki minst tí krøvini um minni dálking vaksa alsamt. Í einum øðrum hoyringsskrivi vísir fuglafjarðar kommuna á, at inntøkurnar hjá kommununi minka nærum tríggjar milliónir krónur.

Tingfundurin byrjar klokkan 10.

Fylg við her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo