Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Visit Tórshavn: Nýhugsan innan tøkni skal hjálpa bókmenta – og mentanarligu ferðavinnuni í Tórshavnar kommunu. Tí er Visit Tórshavn vorðin partur av ES-verkætlanini N-Lite. Í vikuni skipaðu Visit Tórshavn og finska universiteti KAMK fyri verkstovu í Havn.

Visit Tórshavn er partur av ES-verkætlanin N-LITE, ið stendur fyri Litterary Tourism Immersive Technology Acceleration. Í verkætlanini verður m.a. miðað eftir at brúka nýhugsandi talgild produktir til at hjálpa bókmenta- og mentanarligu ferðavinnuni á staðnum.  

Í tí sambandi skipaði Visit Tórshavn, saman við finska universitetinum KAMK, í vikuni fyri verkstovu á Hotel Hafnia fyri umboðum innan mentan, bókmentir, ung og ferðavinnu í Tórshavnar kommunu. Endamálið við verkstovuni var bæði at kunna um tilvitaða tøkni og knýta hana saman við í bókmentaferðavinnu. Tilvitað tøkni kallast á enskum immersive technology, dømi um tilvitaða tøkni eru m.a. virtual reality og augmented reality.

Fyri verkætlanini stendur nýggja menningarfólkið hjá Visit Tórshavn, Annika Lisberg. Annika byrjaði í starvinum í januar. Hon er 32 ára gomul, hevur ein kandidat í ferðavinnu frá Aalborg universiteti, og hevur breiðar royndir úr ferðavinnuni heima og í Danmark. Ikki minst hevur hon royndir við grønum sertifiseringum - eitt øki ið Visit Tórshavn fer at arbeiða meira við.

N-LITE verkætlanin byrjaði á sumri í 2023 og endar á sumri í 2026. Verkætlanin er stuðlað av NPA (Interreg Norther Periphery and Arctic program). Samstarvspartar eru Western Development Comission (Írland), Kajaani University of Applied Sciences (Finnland), Regional Council of Kainuu (Finnland), Visit Tórshavn (Føroyar), Västerbotten County Council (Svøríki) og The Nordland Museum (Noreg).

Til ber at lesa meira um N-LITE her: https://westerndevelopment.ie/key-projects/european-projects/n-lite/

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo