Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

“Nólsoyar Páll má lúta fyri skoytibreyt”. Soleiðis tekur Ingi Samuelsen til í talgilda miðlinum “Vikuskifti” hin 14. november 2020. Hann leggur so afturat, at nýggj staðseting skal finnast fyri ikonisku standmyndini hjá Hans Paula Olsen. Ørminnist at Páll bóndi í Kirkjubø og onnur áhugað løgdu nógv fyri, til tess at fáa hesa standmyndina til vega og upp at standa. Við kommunalari vælvild varð rúm fyri henni í Vágsbotni, og har hevur hon staðið væl í mong ár. Fólkaflokkurin, Tjóðveldisflokkurin og Framsókn sótu fyri valdinum á høvuðsstaðarinnar politiska Parnassos, táið avgerðin varð tikin um at foykja tjóðarikonið Páll av sínum palli í økinum, sum einaferð var bráðpannan fyri víðfevndum virksemi og hjá teimum, sum komu sjóvegis til og frá høvuðsborg landsins. Fyrsta skipaða rutusigling í landinum var sum kunnugt millum Vágsbotn og bygdirnar í Sundalagnum og við Skálafjørðin.

Hetta er ikki ein familier viðmerking, slektin er við tíðini vorðin ovurstór, men Skála Jógvan átti synirnar Páll og Johannes. Páll var faðir at Nólsoyar Pálli og Johannes var faðir at Dániali og abbi hin gitna bátasmiðin Jóhan í Garði, sum var oldurabbi mín og pápi at m.a. langabba mínum Pól Nikláa Danielsen, sum helst hevur verið ávirkaður av skyldmanninum Pálli, táið hann valdi at fara niður til Bogø at læra siglingarkynstur, uttan nakrantíð at hava verið innanduraður í føroyskum skúla.

Tað er eitt eksitentielt val at fáa til vega eina standmynd og ikki minni at finna røttu plaseringina til hennara. Í okkara døgum fáast fólk kring heimin við at taka standmyndir niður, serliga av monnum, sum hava reist sær sjálvum minnisvarðar um egið úrmæli. Stalin, Lenin, Hoxha, Hussein. Framviðfarandi valdsharrar fyri eina tíð. Tað eru ikki skoytibreytir sum flyta teir, men heldur andstygdin fyri mannafíggindaligu samfelagsskipanum teirra. Uttan at fara í smálutir ber til at siga, at Nólsoyar Páll – skipari, reiðari, íverkseti, bóndi, yrkjari og frælsisstrembari – liggur í eini heilt aðrari sferu enn komandi og farandi valdsgreðingar á hissini politiskum pallum. Tí hava flestu føroyingar hildið, at var heiðurin ikki vístur honum í Nólsoy, heimbygdini, so var Vágsbotnur eitt skilagott alternativ.

Kendi Esmar betri enn Hans Paula. Tað plagi eg siga við listamannin, táið vit hittast. Esmar, pápin, virkaði á timburdeildini á Tórshavnar Skipasmiðju í áratíggju, og vit samskiftu nógv allar tær ferðirnar, vit vóru tiknir upp á sleipistøð í høvuðsstaðnum. Eitt kvøldið um aldarskiftið kom Hans Pauli Olsen á gátt á Christiansborg. Sum ein av teimum, ið mannaðu bólkin, sum skuldi fáa Trónd í Gøtu visualiseraðan í bronsu, í Gøtu, ynskti hann at fáa eitt prát um ta standmyndina - og við sær hevði hann fleiri hugskot - feld niður á gomul pappstykki.

Táið fólk í Elduvík fóru undir tilgongdina at fáa Marmennilin upp at standa í standmynd, hittust vit aftur. Hugskot og verk tóku dik á seg í og úr fólkinum, men av góðum grundum gjørdist kommunan ein partur av málinum á ymsum mótum. Seinri ynskti bygdarfelagið í Funningi at fáa eina standmynd til vega, sum áminning um landnámið, sum er avgerandi fyri, at vit búleikast í oyggjunum, og í tí førinum er Grímur Kamban nevndur. Fyri tíð síðan var fundur hildin í skúlanum í bygdini um gongdina í málinum, og í einum kaffipráti inni hjá Køtlum eftir hendan fundin, fall prátið á Nólsoyar Páll. Standmyndina. Sum so óvirðiliga varð foykt burtur av pallinum í Vágsbotni. Eftir øllum at døma var listamaðurin ikki álvuligur við støðuna, nú Páll var viðfarin sum var hann ein annar Stalin, Lenin, Hoxha ella Hussein. Skamferaður og beindur burtur úr eygum fólksins. Sum tað leið frá í prátinum, hekk tað líkasum undir ljóðaranum, at tað í verandi støðu bara fanst ein maður í Havn, sum kundi fáa hetta á beint aftur. Aftur at fáa Páll til heiður og æru. Hvat síðan er farið fram - veit onkur. Tú hoyggjar ikki runt við einum listarverki uttan at listamaðurin verður spurdur eftir, og á Vaglinum kann tað muna at tosa við hann, sum situr fyri endanum á kommunalpolitiska valdinum. Giti at teir báðir hava funnið eina sálomonska loysn, sum nú gerst veruleiki. Eftir øllum at døma ein góð loysn.

Tað eru ymiskar og skiftandi meiningar um Nólsoyar Páll. Ein framherjandi ribbaldur trívist ikki innanvert stik, sum onnur av órøttum hava sett kring um hann. Frælsi liggur handan og hinumegin hesi stik, og fer ongin nakrantíð um mørkini - hendir ongin broyting. Tá er bara status quo støðan eftir – og úr hennara kjalarslóð grør onki. Strembanin fyri framkomu og frælsi hevur sum so onki við partapolitikk at gera, hon liggur menniskjanum íborin, men lagnunnar speisemi er tað nú kortini, at Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin á Vaglinum skuldu fáa tjóðarikonið fram í ljós aftur, eftir at sokallaðu sjálvstýrisflokkarnir í Gróthúsinum høvdu foykt hann burtur fyri eina skoytibreyt, sum ongantíð kom. Úthvíldur í onkrum hissini hjalli í Tórshavn, og umvældur, kann tjóðin nú fegnast um, at Vágsbotnur aftur fer at líkjast sær sjálvum, nú tjóðarhátíðin stendur fyri durum.

Tøkk fái Heðin og Havnin og fólkið har býr fyri at tit fingu skil á óskilinum, - nú aftur kann miðast eftir skyldmanninum úr Nólsoy, táið vit ferðast um svæðini í høvuðsborg Føroya.

tórbjørn jacobsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo