Skipað varð fyri midnáttarbáli á Leynasandi í góðveðrinum í gjárkvøldið.
Millum tiltøkini var eisini røða, sum Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavík, helt.
Tobbi valdi at brúka byrjan og enda á røðuni at heiðra Ívari Iversen, sum herfyri andaðist. Ívar var úr Kvívík, og Leynar eru partur av Kvívíkar kommunu.
Tórbjørn Jacobsen segði soleiðis um Ívar:
"Ljóðið dragnar so líðandi úr bestikkinum, vit nærkast Hvarvinum, og tá svitaðist tað ikki, at útvarpsvertirnir á millumbylgjuni, 531 kHz, gingu inn í eina ørkemlandi ljóðmynd, har hvør stríddist ímóti hvørjum úr ymsu heraðshornum heimsins. Vit, sum eru vaksin upp við, at útvarpslurtið var eitt altar í køki ella stovu, harmaðust sjálvsagt. Útvarp Føroya hoyrdist ikki undir Vesturgrønlandi, kanska so hissini onkra heystarnátt á norðaru leiðunum, og hevði tú harumframt verið sum húsfólk á Bryggjubakka sum smádrongur, 98 ára gamla mostir mín var gift sálaða útvarpsstjóranum, Niels Juel Arge, so stakk public service rásin langt inn frá húðini.
Eina av røddunum, sum hoyrdist longri enn tær flestu, átti ein hóvligur, róligur og musikalskur kvívíkingur, Ívar, sum vit fylgdu úr Vesturkirkjuni út um gravarmúlan í gjár. Har vóru nógvar góðar røddir í útvarpinum, men smørtónin úr Norðstreymoy bar av øllum. Ívar í Kollinum gjørdist hvørsmansogn, og fylti føroysk heim við sínum framúr góða bygdarmálið í áratíggju. Eitt natúrtalent. Tá eg hoyri rødd hansara endursenda, kemur mær altíð til hugs hetta økið, har hann varð so hendinga væl kálvføddur í máli og mentan.
Nú er hann farin, einfalda miðlaverðin ein onnur, rásirnar víðkaðar í tali, men harfyri man tærið vera lítið frægari í umhugsni, dygd og dýbd. Tí var tað hóskandi, at Uni prestur brúkti Jóhannes sum grundstøði undir jarðarferðartaluni: “Í fyrstuni var orðið, og orðið var hjá Guði, og orðið var Guð.”
.....................................
"Nú enda vit har sum vit byrjaðu. Í Kollinum. Legendan Bob Dylan tók soleiðis til, táið Roy Orbison doyði: ”Handan unikka røddin kemur ongantíð aftur.” Sigi tað sama, nú Ívar Iversen fór í annað ljós at vera: ”Handan sjáldsama góða røddin kemur ongantíð aftur.”
Tíverri."
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo