Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-099/2023 frá Jóhannis Joensen, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í fiskivinnu- og samferðslumálum, Dennis Holm, um Dalstunnilin og tunnilstoymið
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvussu gongur við arbeiðinum við Dalstunlinum?
2. Heldur tíðarætlanin?
3. Nær verður dalstunnilsprojektið við tilhoyrandi vegum liðugt?
4. Nær verður fyrsta skotið til tunnilin til Tjørnuvíkar skotið?
Svar til spurning 1, 2 og 3
Arbeiðið við Dalstunlinum hevur sum heild gingið væl. Fyrsta skotið fyri tunlinum varð latið 5. november 2020, og tunnilin varð skotin ígjøgnum 9. novembur 2023.
Ymisk arbeiði eru síðani gjørd í tunlinum, og arbeitt hevur verið við at breiðka vegir í Dali og í Húsavík við alvopsgróti frá tunlinum.
Miðað verður eftir, at tunnilin verður liðugt tryggjaður í 2024, at portalarnir verða gjørdir, og at partar av vegunum uttan fyri tunnilin verða endaliga lidnir.
Ætlanin er at gera vegirnar í tunlinum í 2025 og 2026, og at leggja inn tekniskar installatiónir, trygdarútgerð og ljós í 2026. Í løtuni er ein partur av arbeiðinum inni í tunlinum nakað seinkað, tí tað hevur verið neyðugt at lýsa eftir nýggjum starvsfólkum til tunnilsarbeiðið.
Tunnilin verður væntandi liðugur í 2026, men tað er treytað av játtan, og at arbeiðið gongur, sum tað skal. Í ár eru 25 mió. kr. játtaðar til verkætlanina, og eftir verandi íløguætlan verða 35 mió. kr. játtaðar í 2025 og at enda 30 mió. kr. í 2026, sum skuldi verið nóg mikið.
Svar til spurning 4
Tjørnuvíkartunnilin verður fyrireikaður, og arbeitt verður við eini loysn, har tunnilin byrjar við Marmaskallará, norðan fyri Hósvík, og kemur út í Dalinum í Tjørnuvík. Tunnilin verður umleið 2,3 kilometrar og vegagerðin 100 metrar.
Borgarafundur var í Tjørnuvík 6. mars 2024, saman við landsstýrismanninum í fiskivinnu- og samferðslumálum, Sunda kommunu og Landsverk, um tunnilsverkætlanina. Fundurin var væleydnaður.
Søkt verður nú um loyvi frá friðingarmyndugleikum til at kunna fremja verkætlanina, og farið verður undir at keypa lendi báðumegin tunnilsmunnarnar.
Roknað verður við, at grivið verður til tunnilsmunnan við Marmaskallará um 8 – 12 mánaðir, alt eftir, hvussu tað fer at ganga við at fáa neyðug loyvi til tunnilsgerðina og keyp av lendi uppá pláss.
Dennis Holm
landsstýrismaður
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo