Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tjóðveldi og fullveldisrørslan eru á einum vegamóti, har nýggjar leiðir og týdningarmiklar avgerðir skulu takast. Høgni Hoydal hevur verið ein týðandi leiðari, ið hevur sett fullveldi aftur á dagsskrá, og tryggjað einari kós móti størri sjálvbjargni fyri land, fólk og vinnu. Nú er tørvur á at endurhugsa og miðsavna flokkin fyri at skapa eina breiða undirtøku fyri fullveldishugsjónini.

Høgni Hoydal hevur gjørt eitt megnararbeiði fyri fullveldisrørsluna, og hevur sett nýggjar kósir í Føroyum. Tað er ein hugburðsbroyting farin fram, sum ikki lat seg gera fyri 20 árum síðani. Tað, at Føroyar skulu hava størri uttanríkispolitiskar heimildir, sjálvstøðugan limaskap í øllum viðkomandi altjóða felagsskapum, at ríkisveitingin skal sjálvandi skerjast, og at tað skal løna seg sum føroyingur at búgva og virka í Føroyum.

Tað er slítandi at hava formanssessin, tí ábyrgdin kann gerast tung at bera við tíðini. Formanssessurin krevur støðuga orku og eldhuga, bæði fyri at røkja sjálvt formanssessin og fyri at tryggja at flokkurin flytir seg framá. Vit eru øll menniskju, og longri tíðarskeið við stórari ábyrgd kunnu troytta okkum, tá ein støðugt stendur í andglettinum.

Skal Tjóðveldi gerast stórur seriøsur fullveldisflokkur, við størst møguligan stuðul og tingmanning, er her mítt boð hvat skal gerast.

Ein føroyskur fullveldisflokkur eigur at standa á miðjuni sum ein samlandi kraft, ið kann draga veljarar úr bæði vinstru og høgru. Ein sterkur, miðsavnaður flokkur hevur møguleika at sameina fólkið um eitt felags mál: eitt sjálvstøðugt og sterkt Føroyar, sum stendur saman um síni virði og mál, uttan at verða drigin ov nógv í annan ella hin politiska bógvin. Soleiðis kann flokkurin skapa eitt breitt grundarlag, ið gevur honum vald til at fremja málið um fullveldi.

Ein annar týdningarmikil partur í visjónini hjá flokkinum er at stuðla Vesturheiminum og at halda fast við NATO og Ísrael. Við einum treytaleystum stuðli til Vesturheimin staðfestur flokkurin Føroyar sum ein álítandi partnara í einum trygdarsamstarvi, ið veitir verju og stabilitet í einari alt meira óstøðugum heimi. At stuðla Ísrael vísir samstundis, at flokkurin vil styrkja sambandið við lond, ið stríðast fyri frælsi og virði Vesturheimsins, og soleiðis byggir Føroyar eina sterkari altjóða profilering.

Flokkurin eigur eisini at taka sær av føroyska landbúnaðinum, tí matsjálvbjargni er ein grundleggjandi partur av fullveldistilgongdini. At tryggja føroyska búskapin og hava førleikan at framleiða egna matvøru er ikki bara týdningarmikið fyri fullveldissjónarmiðið, men eisini fyri tryggleikan hjá føroyingum í ótryggum tíðum. Ein flokkur við hesum sjónarmiði viðurkennur týdningin av einum virðismiklum og burðardyggum landbúnaði, ið stuðlar tjóðini sum heild og ger hana sjálvbjargna.

Ein sannur fullveldisflokkur skal hava viljan at taka valdið. Hetta merkir at vera handlingskraftigur og fúsur at náa síni mál, eisini tá ið harðlig mótstøða kemur. Um flokkurin ikki fær tað, sum hann vil beinleiðis, eigur hann at arbeiða soleiðis, at hann kortini uppnáar tað óbeinleiðis. Skal menna Føroyar til eitt ordiligt land, ið tekur seg sjálvt í álvara, má ein eisini vísa tað í verki.

Við at savna seg um miðjuna, kann flokkurin gerast eitt umboð fyri allar føroyingar, sum ynskja eitt sjálvstøðugt og sterkt Føroyar.

Við framburðs- og tjóðskaparkvøðu
Øssur Patursson

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo