Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tjóðveldi heldur fram við sínum nærmast sekteriska møsni, gitingum og lygusøgum um málið um Bussleiðina í Havn.

Tey halda fram at grugga málið og fyrigykla nú fólki, at “meirilutin hevur ikki eingongd sett nakra kanning um elbussar í gongd”.

Veruleikin er, at Tjóðveldi og undanfarna samgonga kundu havt avgreitt hetta mál fyri fleiri árum síðan.

Í undanfarnu setu ferðaðist fyrrverandi formaður í teknisku nevnd, Jákup Dam,  runt í Danmark, Noregi og í Íslandi at kunna seg um elbussar.

Hvar er úrslitið av hesum kanningum?

Ongin frágreiðing kom og onki úrslit spurdist burturúr.

Núverandi meiriluti kennir onki til hesar kanningar, tí so “savnandi” var Tjóðveldi í hesum sambandi, at ongin frá táverandi minniluta slapp við á hesar kunningarferðir.

Og í dag minnist hvørki fyrrverandi formaðurin í teknisku nevnd ella Tjóðveldi, hvat og hvussu tey hava arbeitt við málinum.

Hann tosar um at spyrja umsitingina, hvat úrslitið varð av hesum kanningarferðum.

Har er bara onki úrslit, ongin niðurstøða og ongin samtykt um nakað sum helst. Onki.

Hinvegin hevur umsitingin fjøltak av einum tilboði frá Gundurs Bussum frá oktober í 2019, har fyritøkan bjóðar sær at útvega ein elbuss til royndarkoyring.

Fyritøkan fekk tó aldri nakað svar uppá hetta tilboð frá undanfarna býráði.

Ongin samgonga nakrantíð hevur játtað so nógv til grøna orku, sum hendan. Men vit keypa hvørki el- ella dieselbussar í óðum verkum.

Sum sagt høvdu vit onki kanningartilfar at byggja á, so vit gera nú neyvar nýggjar kanningar.

Vit kanna samstundis eisini møguleikarnar fyri vetnisbussum.

Samstundis sum eg harmist um, at hetta mál verður so gruggað til, so skal ongin ivast í, at vit skulu avgreiða málið við rættstundis fyriliti.

Heðin Mortensen
borgarstjóri

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo