BirkBloggur: Eftir at havnameistarin í Havn, og nú eisini formaðurin í mentamálanevndini í høvuðsstaðnum, vilja flyta Tjóðleikhúsið á triðja sinni, Runavíkar kommuna í ramasta álvara vil hava pallin inn hagar, og Kringvarpið slær alt upp í glens fyri opnari mikronfon í tveir tímar í sendingini Skratsj, talar Føroya kendasti, virknasti og nógv mest virðislønti sjónleikari at.
- Hesin glantrileikurin, sum bara veksur og gerst heilt absurdur, um yrkisleiklistina og tjóðpallin, má viðmerkjast, sigur Olaf Johannessen, og vendir sær til Birkblog í dag.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo