Danski tjóðbankin hevur í dag lækkað leiðandi rentuna við 0,25 prosentstigum.
Tað hendir eftir at evropiski tjóðbankin, ECB, lækkaði sínar rentur, eisini í dag.
Leiðandi rentan hjá danska tjóðbankanum er nú 2,6%.
Tá danski tjóðbankin broytir rentuna, slær tað oftani ígjøgnum hjá brúkarunum, tí bankarnir plaga at fylgja tjóðbankanum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo