Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Røða við minnisvarðan í Søldarfirði í dag:

Tað er vandi í hvørjari vælferð, plagar at verða tikið til. Tað øvuta av at liva er deyðin, eitt ósvitandi markamót ímillum jarðarlívið og vónina um eitt ævigt lív.

Í Sálmunum lesa vit, at: “Sjúti ár er æviskeið várt, og um mikil er megin áttati ár, og teirra dýrd er bert sút og møði, tí tíðin rennur, og vit fljúgva avstað.” Hetta er bíbilska ásetingin um aldur okkara, men beiskir, bráðkomnir og lúrandi vandar á loynum hava mangan verið atvoldin til, at lívið varð støkt av í besta blóma. Hvør dagur eigur í sær avbjóðingar, tað skal ikki bara vera lætt at liva, men onkuntíð gerast kringumstøðurnar so truplar, so møtimiklar, harðrendar og oyðandi, at deyðin gerst hin órímiligi sigursharrin á markamótinum, alt ov tíðliga og bráðkomið, - soleiðis kennist tað undir øllum umstøðum fyri tey og okkum sum eftir sita, táið skarpt verður skorið.

Ymiskt er sum vandarnir eru, alt eftir hvar ið vit búleikast. Miðlatíðindi siga okkum tíðum, dag og dagliga, tíma fyri tíma, frá atsóknum ímóti sakleysum menniskjum á alfaravegi, um vápnaðar orrustur ímillum tjóðir og innantjóða, har nógv verður lagt fyri til tað at ogna sær verðsligt vald, og avleiðingarnar eru óskiljandi fyri okkum, sum búgva í útryðju jarðarinnar, langt burtur frá hermótunum í Sýria, Yemen og Afganistan og álopum á synagogur, skúlar og jarnbreytastøðir kring um heimin. Vandin um okkara leiðir hevur verið meiri treytaður av okkara landafrøðiligu staðseting, miðskeiðis í havinum. Oyggjarnar umboða bert ein hálvan hundraðpart av egnum kring um liggjandi havleiðum. Landið er lítið, men havið er stórt, og har hava vit havt nógv rásarúm og nógvar vinnumøguleikar. Tað hevur kortini ikki verið kostnaðarleyst at byggja upp eitt vælferðarsamfelag á hesi premissuni, havinum, og tí sum fáast kann úr sjónum. Vit hava øll hoyrt um feigdina, sum frá tíð til aðra hevur gjørt um seg, og frægir menn eru ígjøgnum øldir falnir á vinnuliga mótinum. Í jarðarinnar váta elementi. Á útróðrarferðum, táið føroyski báturin var álitið, og síðani á skipaferðum fram til okkara dagar.

Í dag veittrar Merkið aftur á hálvari stong. Fráboðanin um sorg og sakn. Dagurin verður hildin kring um alt landið, og so treystur og umráðandi er dagurin í sálum og undir húðum okkara, at tað kendist so sára sjálvsagt at hoyra kvívíksprest umrøða dagin í morgunlestrinum ímorgun. Við jøvnum millumbilum komu lagnunnar ákoyringar, skip gingu burtur við mann og mús, men stríðsárini seinru gjørdist deyðiliga avleiðingin av at eiga havið sum vinnustøði so máttmikil, menn lótu lív av spreingiknøttum, goturstykkjum og riflukúlum, at Føroya løgting tók avgerð um, hin 15. mars 1949, at 1. november skuldi vera minningardagur teirra sjólátnu og almennur flaggdagur. Allahalgannadagur.

Vit, sum eru nóg gomul til at kenna og hava kent menn, sum sigldu vandasigling stríðsárini og vóru so hepnir, at teir hóraðu undan, kendi onkran sum varð skotin niður og skipið søkt undan honum og skipsfeløgum hansara, ikki minni enn tvær ferðir, vita, at eisini teir fingu mein av hesi óunniligu støðu, lívlanga sálarkvøl, av at liggja fúsir í koyggjuni fyri at fara knappir um lúnningina í ein bjargingarbát á víðum havi, táið fíggindin gjørdi bart og skútan fór til botns. Ein magnfull mynd frá hesi tíðini er úr Syðrugøtu, táið kisturnar við langabba mínum, Pól Kristoffuri Poulsen, í Úti Guttastovu, og bróðuri hansara, Dánjali, verða bornar yvir í kirkjugarðin á Breiðastykki. Fylgið fer framvið Turkihúsinum og bretskir hermenn standa heiðursvakt. Teir gingu burtur á útróðri, kortini brennur myndin seg inn í sálarkjarnuna, tí hon er ein sterk áminning um eina tíð, sum vit, á mínum aldri, ikki komu at uppliva. Vit vóru partur av hermótinum í einum altoyðandi heimstríði, í fylgi við teimum sameindu, frælsa heiminum, men ofrini hava verið ótolandi, serliga fyri konur og børn, sum sótu eftir í svárari neyð, í eini tíð, táið at kalla ongar mekanismur vóru smíðaður til tað, - at lofta og at lynna um sárini. Góð fólk, grannar, fólk í bygdini og Guð og Frelsari okkara veittu kortini ugga og vón, og onkursvegna komst undan, hóast markleysa og ótolandi mótgongd og miklan trega.

Ert tú vaksin upp í Syðrugøtu og á Glyvrum, so liggur bygdin í Søldarfirði miðskeiðis á leiðini, og ongin bygd eigur sum hendan orsøkina størri til at minnast sjólátnar menn. Hugsi um Lauru og Immanuel, sum gingu burtur eina ódnarnátt í 1932. Og her sótu 13 einkjur og børn teirra einsamøll eftir, táið tað lýsti fyri degi aftur, og tað man vera meginorsøkin til, at vit standa júst á hesum staði ídag, her sum minnissteinur er settur og navnaplátur lagdar í svørðin, fyri at varða um minnið teirra og annara, ið fingu eina váta grøv. Ongin fær sett seg inn í støðuna hjá teimum eftirsitandi, kortini setti sálarfrøðingurin Eyðun Joensen orð á høpið, táið hann umrøddi sjómanskonurnar, sum passaðu børn og heim, meðan maðurin var á sjónum, og tað, at onkrar teirra upplivdu hetta, at maðurin, ið sum oftast var verðsligi forsyrgjarin tá í tíðini, als ikki kom aftur. Hann segði: “Kvinnur gjørdust menn, einkjur og børn hetjur, og tey komu væl undan. Aloftast verður tikið til, at “teir bygdu land”, men tað átti verið sagt: “Tey bygdu land”; - hesi hava so søtliga uppiborið ein minnisvarða!”

Minnisvarðin er minnið um deyðar menn, bráðliga tiknir úr arbeðsdegnum í bestu árum, men til ber at siga, at vit ígjøgnum minnisvarðan eisini síggja vónina og lívsjáttandi stríðið hjá teimum eftirsitandi fyri at yvirliva. Hesi hildu fram við at menna samfelag okkara, soleiðis, at vit í dag eiga eitt framkomna tjóð, millum heimsins fremstu, við neyðugum mekanismum, fyriskipanum, sum ikki vóru til tá í tíðini. Tá kravdist hjálp frá Guði og góðum fólki, hesum hava vit framvegis tørv á, men nú eru samfelagsmeskarnir tíbetur so smáir, at ongin átti at dottið niður ímillum, hóast illa og ringast vil til. Og skipini so væl útgjørd og framkomin, at lívshóttandi vandin er minkaður burtur í at kalla onki. So minimeraður, at vit ídag kunnu staðfesta, at síðani allahalgannadag í fjør, er ein føroyingur látin á sjónum.

Jákup Marnar Klein úr Klaksvík doyði umborð á Topas Amani í Nigeria hin 27. februar í ár, 62 ára gamal. Við mestu virðing fara vit at minnast hann eina løtu (tøgn).

Vit komu uttan av havi, búgva mitt í havinum og liva fyri ein stóran part av tí, sum fæst úr havinum. Fá orð kunnu varpast upp í stórar málningar. Hugsi um ørindini 23, 24, 25, 26 og 27 í hinum áttanda kapitli Matteusar. Av mongum er altartalvan í Gjáar kirkju ein áminning um hetta, har Jesus Kristus, í Djúpunum, hóttar at vindi og aldum, og tað varð blikalogn. Vit, sum hava gingið framvið sævarmálanum við Genesaret vatnið, kent slóðina og strongin aftur til tíðina fyri tvey túsund árum síðani, táið Frelsarin hitti veiðimenninar og fór til útróðrar við teimum, hjálpti teimum, sum aftur hjálptu honum, í boðanini av tí gleðiboðskapi, sum gjørdist andaliga grundstøði okkara, fingu eina áminning um hetta skiftið, táið sjógvur og lív renna saman í logn og í ódn. Hevur tú rætta førningin innanborða er vón fyri stavn, hóast tað onkuntíð vil illa til, og lív verður látið. Jesus sigur í Fjallaprædikuni: ”Sæl eru tey, ið syrgja, tí at tey skulu fáa troyst.”

Í 1956 gav Esmar Jacobsen, Gata, slektaður úr Tjørnustovu og Súnastovu í Norðragøtu út yrkingarsavnið Fiólin. Í hesum finna vit yrkingina ”Minningardagur teirra sjólætnu”, og eg hugsi at hon hevur uppiborið at verða endurgivin:

Hví hongur merkið á hálvari stong, kvinnu renna tár eftir kjálka? Hví gongur ryggbogin abbi um tún og minnist mangar hugtungar lötur?

Landið misti synir, so vónríkar menn; fórust teir í havódnum flestir. Summir sigldu knarrar um  öll heimsins höv, aðrir róðu íðutætta fjörðin; flestir sigldu fiskiför við grannalanda strond: umkomust har – Föroya synir reystir.

Móðir misti son sín, kvinna misti mann, pápa misti dóttir og bröður. Genta misti dreingin, brostin hvör ein vón; einkja hevur barnaflokk at ala.

Kvinna drýpur hövur sítt tí havið rændi nógv:sorgarkvæði kvinnubráið kvöður.

Gongur hann so bogin - fæðkast fótafet -, berst honum sorgarstund í huga: Komnir undir Ísland;brast tá ódnin á, bukaði og bardi lítla farið; slerdi út har frændi ein – tað svá kemst fyri nú: lítið tyktist manna megi duga.

Tí hongur merkið á hálvari stong: tjóðin minnist frægar, ið fóru.

- Enn ferðast djarvir Föroyingar um höv; heima biður kvinna fyri sínum.

Sjólívið hevur verið ein stórur partur av mínum lívi, og løturnar hava verið góðar og minni góðar, tí kendist tað sum ein avbera stórur heiður at fáa møguleikan fyri at siga nøkur orð við minnisvarðan í Søldarfirði í dag.

Lat okkum til seinast venda aftur til Matteusar og meginbønina, sum Jesus lærdi læru-sveinarnar at biðja:

Faðir vár, tú, sum ert í himnum!Heilagt verði navn títt;komi ríki títt;verði vilji tín, sum í himli, so á jørð;gev okkum í dag okkara dagliga breyð;og fyrigev okkum syndir okkara, so sum vit eisini fyrigeva teimum, ið móti okkum synda;og leið okkum ikki í freistingar;men frels okkum frá tí illa;tí at títt er ríkið, valdið og heiðurin um allar ævir! Amen

Tórbjørn Jacobsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo