Partafelagið Tjaldur hevði 118,8 mió kr í vinningi eftir skatt fyri konsernina í fjør. Tað skal samanberast við 70 mió kr árið fyri.
Tjaldur er vinnufelag, hvørs visjón er at gera íløgur í og menna feløg "vit eru errin av", sum skrivað stendur í leiðslufrágreiðingini. Tað mesta av virkseminum fer tí fram í dóttirfeløgum.
Ímillum dóttirfeløgini eru partfeløgini Kerið, Skrínið, Undir Bryggjubakka, Løkir, John Dam og Kolan.
Fíggjarstøðan javnvigaði við 1.057 mia kr og eginognin var 598 mió kr.
Janus Thomsen er stjóri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo