Úrslitið hjá P/F Tjaldur samtakinum í fjør var 87 milliónir krónur áðrenn skatt.
Hetta er munandi minni enn árið fyri, tá úrslitið var 212 milliónir kr.
Hetta kom fram á aðalfundinum hjá felagnum, sum júst hevur verið.
Tjaldur samtakið hevur virksemi bæði í Føroyum og uttanlanda, og hevur eisini verið virkið innan fleiri vinnur síðstu árini.
Størsta virksemi uttanfyri Føroyar er í Norra og Bretlandi.
Tað eru 234 fulltíðarstarvsfólk í samtakinum.
Nevndarformaður í P/F Tjaldur er Rúni M. Hansen og Janus Thomsen er stjóri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo