Partafelagið Tjaldur, sum ger íløgur í aðrar fyritøkur, hevði 70 mió kr í konsernvinningi í fjør. Tað skal samanberast við 194 mió kr árið frammanundan.
Samlaða nettosølan í konsernini vaks annars úr 1,3 mia kr í 2021 til góðar tvær mia kr í fjør.
- Við tí vinnuvirksemi felagið hevur, so vil tað fyrikoma sveiggj í úrslitinum frá ár til ár, men við teimum langtíðaríløgunum, ið eru, væntast jalig virðisøking fyri konsernina, sigur leiðslan í frágreiðingini. Har verður eisini sagt, at tey støðugt arbeiða við at gera nýggjar íløgur, sum hóska til virksemið hjá felagnum, og annars menna verandi feløg.
Fíggjarstøðan hjá konsernini javnvigar við eini góðari milliard, harav er eginognin stívliga helvtin.
Janus Thomsen er stjóri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo