Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Bretland er á gosi, tí PM Richi Sunak útsetti at banna bensin- og dieselbilar frá 2030 til 2035.

Sunak óttast parlamentsvalið í 2025 av lágum veljarakanningum.

Eisini vóru krøv um 100% húsabjálving, dýrari bensin og olju slakað, bann fyri oljufýr og hægri gjøld á og skamtan av kjøti og mjólkarúrdráttum slept.

Sunak grundgav, at bretski búskapurin og fólkið hava ikki ráð til verandi kríggj móti 85% av Vesturheimsins orku, nevniliga koli, olju og gassi.

Bretar eru himmalfegnir. Men almenna yvirstættin, sum gøllheldur um sítt vald til at banna við lóg og at gera darvandi reguleringar, er misnøgd.

Bilaframleiðarar, ið hava glett seg til miljarda £ í skattastuðli, til alment tvingaðar íløgur í verksmiðjur og meiri studning til el-bilar, føla seg sviknar.

Frísuta fesjið, Boris Johnson, undanmaður Sunaks, fekk fótin sum PM, eftir at hann hevði sett sinnsjúku umhvørviskrøvini hjá 25 ára yngri konu síni í verk.

(Ungar konur eru fyri gamlar menn sum harðar nøtur fyri brendar tenn).

Í Týsklandi og Hollandi minkar undirtøkan fyri stjórnarflokkunum av teirra umhvørviságangi.

Trummu- og regndansur í Havn
Á Umhvørvisstovuni og á Tingi í Tórshavn fesja tey, sum galt tað lív, fyri at 0-stilla føroyska CO2-útlátið í 2050.

Teirra religiøsa morallæra snýr seg um at gera Føroyar CO2-neutralar, ‘grønar’, ‘reinar’ og sostatt sekulert ‘syndafríar.’

150 flagsandi, náttúruskemmandi vindmyllur í luftini eru teirra ‘einglar’, og svart kolvetni undir jørð teirra ‘devlar’. Rein klimareligión.

Inuittar brúktu trummudans og indianarar regndans, til tey hoknaðu, fyri at blíðka sínar gudar.

Líka gagg-gagg sum Ingilín, Kári og Greta fyri og ímóti teirra ‘gudum’ og ‘devlum’.

Frítt at velja olju, el- ella hol í jørðini
Higartil hevur ørskan snúð seg um el-bilar, og nú verða nýggj oljufýr bannað.

Eitt er stuðlaðir el-bilar. Men í 50 ár hava vindmylnuparkir eisini fingið stuðul.

Oljan var stórt framlop frá koli. Oljan bæði rindaði fyri seg sjálva og gav øllum risa framburð, vælferð, dupultan livialdur og lívsgóðsku.

Sjálvberandi, teknisk og peningalig framstig við fíggjaravlopi. Tað er kapitalisma.

Oljufýr hava aldri verðið stuðlað, men oljugjøld hava rindað landinum ótaldar mió kr.

Nú verða hol borað 100-tals metrar í jørðina fyri 100.000-tals krónur hvørt.

Hin noyðslan verður hitapumpur (eins og bila-el við skattstuðli?).

Gevið fólki frið til at velja bensin-, diesel- ella el-bil, sum tey ynskja.

Latið okkum velja frítt oljufýr, hitapumpur ella hol í jørðini.

80% miðlamonopolið er hyljari
Dramblætið hjá okkara klimaaktivistum kennir einki mark.

Flestu akademikarar velja vald sum byrokratarvið palleba sum gjaldstræli.

Bíða bara. Hesir byrokratisku terroristar knapt nokk tikið koyrilin í hond.

80% miðlamonopolið í Sortudíki grettir ikki ímóti hesi íspunnu veðurkreppu, men er samsekt við umhvørvisvargunum.

80% monopolið vanrøkir í sínum samfelagsligu sjónarmiðum 80% av tí, sum 80% av føroyingum hugsa, men noyðast at gjalda 80% av uttan nakað fyri tað.

Høpisleyst roknistykki
Føroyar brenna 10-tals mió kr av árliga fyri at ganga krøvunum hjá okkara klimatisku yvirstætt og gyklarum á møti um ‘burðardygd’.

Herfyri boðaði Umhvørvisstovan frá, at bara í fjør søplaði Tingið 110 mió kr av hart vunnum skattapeningi til at stuðla annars ikki-kappingarførum el-bilum.

Tey, ið hava ráð til el-bil fyri ½ mió+, kíka slíkum tilboðum. Sjálvsagt.

Tey, ið bert hava ráð til skatt, koyra í gomlum bili fyri undir 100 tús kr.

Roknistykkið hjá okkara klimatisku kultistum var so høpisleyst, at CO-2 útlátið minkaði bert við 0,3% í fjør aftur fyri 110.

Umroknað merkir tað, at 1% minni útlát kostar 3 ferðir meiri ella 330 mió kr árliga.

0-loysnin, 100% CO2-neutralitetur í 2050 kostar Føroyum 36 mia kr (5 fíggjarlógir).

Í Keypnh er hámarksferðin lækkað 10 km/t. Kostnaður: 440 mió kr. Ùtlátið har lækkað 1%!

Eru tit galloperandi bimmilimm?

Ætla tit at bjarga heiminum undir 1,5% í íspunnum miðalhita í 2000 við at bumba okkara búskap og føroyingar aftur í snøris-, slupp- og torvtíðina?

Hava tit hóming av veðurforsøgnini restina av hesi vikuni? Skilja tit hana yvirhøvur?

Vanligt vit og skil
Bara Vestanlond váða so stór búskapalig tap og so nógva vælferð á reyða umhvørvis altarinum.

3-heimslond sleppa undan at gjalda billiónirnar, sum CO2 vitloysið nú kostar.

Men París-avtalan krevur, at U-londini fáa ágóðan av okkara risa útreiðslum til at steðga ‘klima-kreppuni’, ja at ‘bjarga heiminum’.

Halda tit tykkum vera Gud? Ella eru tit spinnandi galin?

Føroyar eiga kanska 0,0002% og Bretland fyri vist 2% av heimsins CO2-útláti og roynir at reinsa sína luft. Tey um tað.

Kina eigur 30% av øllum útláti, men er sum kommunistiskt land friðað í flokki-A frá at rudda fyri sínum durum.

Alt PRC (Kina) er ein umhvørviskøstur. Men CCP og tess vápnaði vongur, PLA, gera seg til totalt kríggj móti Vesturheiminum.

Teir bíða bert eftir, at Dems í USA vinna valið í 2024 og stuðla teim sum í 2020.

Kina misnýtir barnatrælir í Afrika
Kina misbrúkar 10-túsundtals barnatrælir niðri í kobolt-, litium-, blýggj-, kopar-, titanium- o.ø. námum í eitt nú Kongo til at framleiða (við kolorku) ‘rein og grøn’ bilbattarí, so at okkara klimakór kann veitra við moralfløggum á Løgtingi.

Havi fyrr víst á, hvussu falskt okkara umhvørvisliga reyða kór syngur og fjart frá okkara veruleika.

Ikki ein av heimsins klimatisku dómadagsspádómum farnu 60 árini er gingin út. ...Ikki ein!

Fari í komandi grein at vísa 50-0 úrslitið í dystinum frá 1960 til í dag ímillum vit og skil teirra normalu øðrumegin og tykkara avsporaðu veðurlagsørsku hinumegin.

Allir ræðsluspádómar hjá klima-kultistunum hava verið gykl og heilaspuni.

Til tá, gevið føroyingum frið at liva. Tey skapa virðini, ið tit hundsa tey runt við.

Óli Breckmann

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo