Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Røða, sum Tórbjørn Jacobsen helt, tá bók Jógvans varð løgd fram seinrapartin ígjár

Fólk eldast væl og minni væl, men tíbetur skumpa klokkan og kalendarin og árini okkum samstundis, én bloc, allan vegin frá vøggu í grøv. Tað gevur okkum um ikki annað ta gleðina, at vit eru líka ung sum javnaldrarnir á øllum hesum teininum - so langt tað røkkur. Kortini hvakk eg við hendan dagin Jógvan var í hinum endanum á máltráðnum, fyri at siga mær frá, at hann hevði brúkt partar av einari røðu, eg hevði hildið á Gregersen ættarstevnu fyri kortum, í eini sjálvsævisøgu hann nú hevði skrivað. Tá systkinabørn fara undir slíkt átak, at reflektera aftureftir um egið lív, og um universið sum hevur modellerað tey, tá er tað ikki sørt, at tú í einum splittsekundi sært fyri endan á øllum, tú fært líkasum eitt apokalyptiskt dánilsi. Hann stakk mær bókina inn um gáttina, og hevði ætlað, at eg gjørdi eina vekting av henni. Nú havi eg ongan littereran førleika í so máta, men dugi kortini at lesa, havi skimmað onkra bókina hesi árini, lívshespan hevur drigið inn, og so eri eg ikki púra ókunnugur og sørur í hesum universinum, sum skapti hendan mannin, hvørs rødd er meinkunnug alra flestu landsmonnum okkara og væl tað.

Var lítið meira enn heimkomin úr Marstal, tá Tinghúsvegur 55 eisini gjørdist ein partur av mínum lívi og universi. Framtøkan í býnum, niðari á vegnum, hevur síðani tá flutt adressuna niðan á no. 59, men húsini standa framvegis í sama stað, á matr. no. 736t, har tey spenna seg upp úr 1.020 fermetrum av vídd ímillum Hoydalsvegin og Tinghúsvegin. Peilimerkini frá barnaárunum, áðrenn skil er komið á goymsluna í harddiskinum, og skil fæst á samanhangum, eru smáir ella stórir hvøkkir, sum brádliga stungu seg upp óvæntað. Eg minnist tá eg fór til skips fyrstu ferð 3 ára gamal, og serliga væl minnist eg hendingina í túninum á Tinghúsvegnum, tá eg leyp niður í eitt gigantiska størt grønt málingablikk, sum Niels Juel hevði keypt til at mála sær takið við. Var allur undir eina løtu, áðrenn fólk komu tuskandi til, fyri at bjarga mær uppá turt aftur. Var gott og væl gonguførur fyri aldur, men hetta var ikki mín dagur, og eg var ikki keisarans vinur, hvørki hjá mammu tíansheldur nøkrum øðrum av húsfólkunum, sum nú skuldu brúka tað mesta av einum degi at fáa bilbukt við hetta ólukkudýrið, sum var drivið í máling innan sum uttan. Meðan ein terpentindunkur var tømdur fyri og annar eftir, skolaði hendan grøna kemiska evjan úr munni, oyrum og næsargluggum. Eg hevði gjørt mína entré á matriklinum, sum síðani hevur verið ein av súlunum í mínari sjálvsfatan – meiri og minni.

Petra man tilvitað hava skundað undir, at børnini tíðum vitjaðu inn í Eysturoynna, hóast flutningsmøguleikarnir vóru vánaligir í mjólkabátatíðini. Hon hevur heilt víst ynskt at lætta um flogið í skurunum í teimum. Tað liggur til slagið at halda fast um sítt, tí gjørdist samleikin tvíbýttur, og tí kenna Jógvan og vit aðrir okkum at hava tveir samleikar, har annar identiteturin er skurin á flogi. Hjá honum er tað so durkdrivið, at hann útbasunerar tað sjálvur á permuni, nú hann valdi at gera okkum onnur til ein part av lívi sínum.

Tinghúsvegur 55 var ambassadan hjá okkum í metropolinum. Fyri mítt viðkomandi var hon eisini meiri enn tað, tí ávísar tíðir havi eg búleikað á matriklinum, tá Petra hevur verið stand-in mamma í styttri syftum, tá mamma hevur verið langt av landi skotin í siglingarørindum. Onkuntíð gekk tað øvutan veg – tað fanst altíð ein smidlig loysn í sátt og semju. Av hesum man eg, ímillum tey externu, vera ímillum teirra, sum havi hoyrt um ella kenni hvørt mansbarn, og ikki minni huglagið í økinum, ið er kjarnin í hesum fyrra partinum av sjálvsævisøguni hjá systkinabarninum. Jógvan er føddur í 47, harvið er hann 8 ár eldri enn eg. Tí liggja alliansur hansara nakað væl frammanfyri mínar og okkara, maðurin var jú tíðliga frammi í skónum, tað kann vera tungligt at renna aftan á og dystast við ein mann, sum gongur í giftingartonkum 16 ára gamal. Ólavur, sum lá heldur nærri í aldri, fór til skips, og so var bara Magni eftir. Harvið gjørdist hansara ættarlið mær meira kunnugt, hóast teir vóru nakað yngri. Hans Jákup hjá Poulu, Heiðrikur hjá Kristionnu og synirnir hjá Eli Nolsøe, tá vágbingurin í Klakksvík var landsstýrismaður í fyrru helvt av sjeytiárunum og búði í grannalagnum.

Kann ætlað, at Jógvan í rúma tíð hevur gingið við hesum í huganum, at skriva søguna um tað, sum higartil er farið av egnari ævi. Ivaleyst hevur hann eisini umhugsað sjónarhornið og plattformin gjøllað. Tú fært ikki eitt heilt lív og allar fasettirnar niður í eina ella tvær bøkur, tí má stikast av, áðrenn farið verður undir at skriva. Jógvan setti pelarnar við fjølskylduna og økið hann vaks upp í, á Tinghúsvegnum og har um leiðir og fyri ein part í Gøtu. Tað var skilagott. Burturúr hesum fær hann spunnið eina fína søgu um seg sjálvan og samfelagið, lýst umvegis tær menniskjansligu alliansurnar, hann hevur vovið seg inn í hesi fyrstu árini – óvita- og tannárini.

Høvundurin er sjálvandi heppin, tí Føroyar undan og eftir stríðsárini seinru eru tveir heilt ymiskir heimar. Veit at Jógvan fyri stóran part var medredaktørur, tá søgan um stríðsárini varð skrivað, men tríatiárini og kjalarvatnið frá Wall Street kreppuni vóru trupul – stillstøða og status quo, meðan ferðin øktist munandi eftir stríðsárini, og Jógvan kom bóltandi beint í hetta rákið og hendan broddin. Mangan í broddi fylkingar. Og mong vóru tey sum vóru við í ferðalagnum, serliga javnaldrarnir niðan eftir Tinghúsvegnum. Tá teir stríddust í hørðum víggi millum býlingarnar, spældu bólt uppi á Plenuni í Gundadali, leiktu borðtennis, og seinri táið Næmingafelagið í Hoydølum, næmingablaðið Vitin og Unga Tjóðveldið kallaðu. Maðurin var á blettinum stútt og støðugt, og tað skalaði, sum hjá so mongum øðrum, skúlagongdina, har tað gekk meiri misjavnt á, hóast høvdið má sigast at vera í rímiliga góðum standi. Sigi sum Edmund í Garði á sinni, ið helt fyri, at hann legði líka í um kyksilvur kom í endarnar á dreingjunum í 6. ella 7. flokki, tí heilt víst komu teir heimaftur á Strendur við mjólkabátinum, við einum barometri undir arminum frá Føroya Sjómansskúla, eini 10 ár seinri. Og tá sjálvt Winston Churchill og Niels R. Finsen høvdu stórar trupulleikar av skúlagongdini, er hetta eitt natúrligt fyribrigdi, sum fortekur seg við tíðini.

Mesti tjóðarsmíðarin í okkara tíð, Útvarp Føroya, gjørdist eisini ein partur av Tinghúsvegi 55, nú 59. Trivaligi generalurin í húsinum var útvarpsstjóri allan sólarringin allar dagar í vikuni. Hann legði lív og sál í at byggja stovnin upp, og hann hevði umframt so mangt annað eina tjóðskaparliga visión við stovninum, - málsliga og mentanarliga. Jógvan gjørdist heilt ungur ein partur av hesum, sum hann eisini greiðir frá í bókini. Tað gjørdist við tíðini hansara lívsverk, og eg hugsi at ferðirnar út úr Havnini, inn í Eysturoynna, hava gjørt honum gott, tí á sama hátt sum hjá pápanum gjørdust allar Føroyar plattformurin hjá honum í útvarpsregi. Tey boðini bera allar samrøðurnar, ítróttarreportasjurnar og ikki minst undirhaldssendingarnar, har bygdakultururin gjørdist ein rættur lutfalsligur partur av tjóðarmiðlinum, sum nú verður róptur Kringvarp Føroya. Í øðrum bindi vænti eg, at hann fer at gera meiri burturúr lívsstarvinum í Útvarpinum, har hann hevur lagt nógvar varðar eftir seg, sum verða komandi ættarliðum til miklan frama. Hóast hetta er ein hátíðarløta, so fái eg ikki latið vera við at nevna hvøkkin, tá Føroya fólki bórust tíðindini um, at ein nýsettur, helst mentanarleysur og digitalt fikseraður management direktørur, tey fæstu minnast navnið á viðkomandi, gav sjálvari ímyndini av Útvarpinum sekkin fyri nøkrum árum síðani. Tað kendist margháttligt - fyri ikki at siga skilaleyst. Tað kendist ta tíðina, sum gjørdi fólkahavið krav um, at eyðkenda røddin, sum so tíðum hevði vitjað stovur teirra í eina hálva øld, fekst aftur til mikrofonirnar, og tað gjørdist eisini endin á tí kvettroyndini.

Mong hava skrivað sína ævisøgu, og brigdini eru ymisk. Alt eftir jørðildinum, lagnuni og umstøðunum. Eitt dømi er hin fenomenala “Í Grønlandi við Kongshavn”, sum Magnus Dam Jacobsen, á Kamarinum, skrivaði. Hon er sjálvsævisøga, dagbók og skaldsøga alt í einum, og støðið er skonnartin, sum er farin yvir á Hvarvið og undir Vesturgrønland at rógva út við bátum, og manningin, litteratururin, vinirnir, samfelagið, lívið yvirhøvur og fjølskyldan. Og Havnin ikki at forgloyma. Jógvan fekk ikki brúkt skipið sum plattform, ein stuttur sildatúrur norðanfyri við “Grundikk”, við Óla Hans í Gøtu sum skipara, var ikki nóg haldførur í so máta, tí valdi hann gøtuna hann vaks upp í sum undirstøðukervi, og inn hagar koma allar samfelagsins fasettir stiklandi frá vinstru og høgru. Plattformurin er ikki so avgerandi, søgan sum stendur omaná honum er kvintessensurin, tá alt kemur til alt. Og burturúr íblástri og lívsroyndum hevur hann skrúvað saman eina fína bók, sum øll fara at fáa nógv og mikið burturúr.

Ómetaligt sum teir gomlu útvarpsmenninir høvdu gott málsligt handalag, ikki tí, fleiri teirra í starvi ídag eiga tað framvegis, men tað kennist sum at Axel og Niels Juel frá fyrsta degi hava lagt seg eftir at beina starvsfólkunum á rætta leið málsliga. Tað sæst eisini aftur í hesi bókini, stuttorðað og koncist og rímiliga ramligt føroyskt gerandismál. Ongin óneyðugur rómi – onki uttanumtos. Farvegurin av journalistinum sæst aftur undir hvørjum horni. Tað glíður søttliga inn undir húðina uppi við skallabeinini. Spurdi einaferð Finnboga Ísakson um hetta serliga handalagið, hann var úrmælingur í so máta, og hann segði seg hava mesta førleikan hesum viðvíkjandi frá Niels Juel Arge, Sofusi Joensen og av at sita undir norðuri á Nesi – táið hann vitjaði slektina har norðuri á Trøllanesi.

Slektin úr ymsum ættum eigur stóran leiklut í bókini, og har gerist eg sjálvandi ein partur, mýruvongur sjálvandi, men tó so, man er í sferuni. Haldi at Jógvan roynir at seta træðrirnar í sær sjálvum saman onkursvegna, tað munnu tey flestu hava gjørt onkuntíð ávegis, men hann fer ítøkiliga til verka. Finnur serligu eyðkennini úr ymisku heraðshornunum í fjølskylduni, og peilar seg á henda hátt fram til ta serligu kemisku blandingini, sum bara finst soleiðis samanflættað í honum. Frá teimum sum tóku Argjalandið – so segði hann: “Mót brøttum bergi hann breyt sær slóð og synum setti her stavnhald góð” – umvegis teir seigligu vestmenningarnar á Bakkanum, framsøkna Gregersen slagið og ikki minst Píltarnar, sum fleiri halda eru slektaðir frá eini indiánarastammu suðuri á Eldlandinum í Latínameriku, har suðuri við Hornahvarvið. Haðani kemur bráðræsnið, men Niels Juel segði altíð, at ómetaliga treisknið kom úr Britustovu á Eiði. Eisini hevur Jógvan sett slektina hjá konuni Maritu inn í samanhangin, ein góður løðarsteinur hjá eftirkomarum hansara, inn í sítt og teirra egna univers.

Tá eg læs bókina, var eg aftur á Tinghúsvegnum. Sá fyri mær øll hesi fryntligu fólkini, sum fyri tað nógva búðu vestanfyri, - oman- og niðanfyri, tá báðar telegrafstøðirnar og háu langbylgjuantennurnar omanfyri fyltu alt rúmið eystanfyri. Onkran teirra kom eg at kenna betri enn onnur. Vit bæði Sólfríða hjá Kristionnu og Kaj Christiansen komu at ganga í sama flokki í Hoydølum, hon var einsamøll genta ímillum eina skurvblanding av garrvillum havna- og bygdadreingjum, men tað gjørdi henni ongan mun, væl kálvfødd á Tinghúsvegnum. Finn Helmsdal, sála, kempa á so mongum mótum, sonur legendariska Landsverkfrøðingin, kom eg eisini at kenna, sporadiskt frá hesi tíðini bókin umrøður, hann var nakað eldri, men vit hittust í Hoydølum og fóru síðani skúrandi mangan brattan sum tingmenn fyri Tjóðveldisflokkin. Jógvan var eisini har eitt skifti, sum tingmaður, og tað var ein mennandi og hugnalig og buldraslig tíð, sum kanska fær eitt orð við á vegnum í næstu ella triðju bókini um lív Jógvans.

Hetta vóru bara nøkur fátøk hugastrok, nú skyldmaðurin, systkinabarnið, aftur gjørdi vart við seg á bókmentapallinum. Hann er elsta dreingjabarnið í okkara ættarliði í slektini, tí hava vit altíð latið hann verið eitt slag av einum primus inter pares. Latið hann verið fremstan ímillum javnlíkar. Kortini tódnaðu hasi 8 árini ímillum okkum við tíðini, soleiðis man tað vera yvirhøvur, og eg havi varhugan av, at vit fyri tað nógva hava hildið okkum verið nærri í slekt enn tað, sum var funderað í DNA´num, - tað var og er so væl ímillum húsini og yvirhøvur ímillum okkum øll í slektini. Júst fermdur vildi hann hava meg at vera ein teirra, í serliga útvalda liðnum, sum skuldi standa við skírnarfuntin tann dagin Uni var navngivin og innlimaður í tað kristna universi. Tað kendist sum ein onnur konfirmering.

Seinri hava løturnar verið mangar, og góðar eisini. Ikki minst í politiska høpinum, har hann kundi vera góður í ávikum. Í Tjóðveldisflokkinum – helst í øðrum flokkum við - kann tað koma fyri, at fólk trívast í meira lagi við at sita í hestaskógvi og práta um onki. Soleiðis var tað eitt kvøldið fíggjarlógarálitið var liðugt fram ímóti jólum í 2002. Kreppufundur var í flokkinum, og komst hetta av, at vit bæði umboðini í fíggjarnevndini, Kristina Háfoss og eg, ikki vóru heilt samd um álitið. Tað sum skilti var ein játtan, til at innrætta ovastu hædd á gamla Málingahandlinum, til Fróðskaparsetrið. Bjarkhamar var mentamálaráðharri, og líka gjarna snúði upphæddin seg um slakar 2 hundrað túsund krónur. Í mun til ein balansa á 4,7 milliardir krónur. Tilvitað luttók eg ikki á hesum fundinum, men núverandi fíggjarmálaráðharrin var har. Kreppan eskaleraði sum fundurin leið, hagartil Jógvan reisti seg upp, hann var nú í essinum, og spurdi hvat málið egentliga snúði seg um. Tá hann hoyrdi, at fíggjarlógin skuldi koppa orsakað av nøkrum fjalum og einum seympakka, sum skuldu brúkast úti undir væðingini í Málingahandlinum, gav hann Kristinu marsjordra at fara oman í Erling Jalsgøtu at skriva undir álitið sum snarast, og so var gjørt. Og fundur lokin. Enn tann dag í dag hevur tann almenni kassin, mær vitandi, ikki brúkt eina krónu til ovastu hæddina harúti í Málingahandlinum. Soleiðis er so mangt, tá man ikki sær skógin fyri berum trøum.

Magni og eg sótu í studioklivanum niðri á Bryggjubakka hetta kvøldið, tá amerikanararnir lendu á Mánanum. Niels Juel og Ívar vóru har, helst Marius eisini og kanska Lias. Jógvan sat í einum studio í Keypmannahavn, har hann umvegis sjónvarp kundi siga føroyingum nágreiniliga hvat fyrifórst, og tað tóktist næstan, sum skipaði hann mánalendingina, so skilagóður, at fleiri føroyingar hildu hann vera konsulent hjá rúmdarserfrøðingunum á Cape Canaveral, tá rúmdarmenninir Armstrong og Aldrin,  løgdu leiðina frá Apollo 11 niður á sjálvan Mánan í 1969. Nú er hann aftur lendur á einum himmallikami á litterera hválvinum, enntá við ávaringini um, at hetta ikki er seinasta ferðin. Tíbetur. Takk fyri bókina og hepna hond fari eg at ynskja tær í tíðini sum liggur fyri framman.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo