Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Málið um Glasir gerst alsamt meira áhugavert.

Málið um Glasir snýr seg heilt einfalt um ólógliga nýtslu av peningi og nýtslu av peningi til annað endamál enn tað, sum peningurin varð játtaður til.

Nýtsla av peningi, sum ongin játtan er fyri er sjálv kjarnin av teirri ábyrgd, sum ein landsstýrismaður hevur sambært stýrisskipanarlógini.

Løgmaður royndi eftir avdúkingina um meirnýtsluna á Glasir, sum gekk fyri seg á alljósum degi, fyrst at flyta fokus. 

Hann gjørdi eina kanning uppá hvamsvís (júst sum hana viðvíkjandi Høgna Hoydal).

Niðurstøðan hjá løgmanni: “Málið um Glasir er byrjað áðrenn Rigmor tók við, feilurin liggur langt afturi í tíðini o.s.fr.”.

Sjálvandi er hetta tað reina møsn. 

Málið snýr seg ikki um gamlar byggisáttmálar, gamlar feilir og hvørja undanførslu løgmaður nú kundi finna uppá.

Málið snýr seg heilt einfalt um nýtslu av peningi, sum ikki er játtaður. 

Málið snýr seg eisini um manglandi eftirlit við, at játtanin helt.

Ein landsstýrismaður, sum varðar av eini so stórari byggiverkætlan, skal sjálvandi hava eftirlit við, at tað er nóg mikið av peningi til at avhenda skúlan.

Landsstýrismaðurin hevur eisini ábyrgdina av, at peningurin verður brúktur til tað endamál, sum hann er játtaður til. 

Hetta skiltu sjálvt børnini sum luttóku í nýggjárssendingini hjá Finnur Koba.

Men hetta skilur løgmaður ikki. 

Rigmor og Høgni skilja tað heldur ikki.

So var misálit reist í løgtinginum.

Løgmaður, Høgni Hoydal og Poul Michelsen settu manngarð kring Rigmor:

“Atkvøða tit fyri einum misáliti, so ríkur samgongan”.

Løgtingsformaðurin gjørdi júst tað sama sum hini.

Hann segði eitt, men gjørdi beint tað mótsatta. Hetta kom fram, tá løgtingsformaðurin sum seinasti røðari segði eitt, og stutt eftir atkvøddi beint tað øvuta.

Nú royna samgongulimir enn einaferð at flyta fokus.

Nú skal ein kanning gerast. 

Løgmaður skal finna ein “uttanveltaðan” advokat.

Kanska sama kanningarstjóra sum fríkendi Høgna Hoydal við teirri mest margháttligu niðurstøðu sum nakrantíð er gjørd: Høgni fríkendur, tí hann “gav sær ikki far um ta kunning hann fekk.”

Timburmennirnir eftir Rigmor hava eftir øllum at døma ikki lagt seg. 

Nú hevur eisini Anita á Fríðriksmørk, sum undir orðaskiftinum átók sær leiklutin at hvítvaska Rigmor, løgmanni á baki, skrivað bræv til løgtingið um eina kanning. Landsstýrismálanevndin skal kanna málið.

Sonja Jógvansdóttur, sum undir tingviðgerðini segði eitt, og atkvøddi mótsatt, segði tað sama fyrradagin.

- Vit mugu hava eina kanning, sigur Sonja.

Í dag kom so Magni Laksáfoss, sum eisini undir viðgerðini av misálitinum segði eitt, og gjørdi beint tað mótsatta. Hann skal eisini reinska sína samvitsku.

- Vit mugu hava eina kanning, sigur Magni.

Øll “krevja” kanning av nøkrum, sum langt síðani er staðfest: 

Nýtsla av peningi, sum ikki er játtaður.

Vit kunnu vissa øll um, at tað verður ongin kanning sett í verk. 

Sjálvandi verður eingin avleiðing tikin av hesum.

Ein kanningarstjóri kann ongantíð koma til eina niðurstøðu, sum krevst i slíkum málum: Politisk ábyrgd.

Tráanin eftir kanning er bara lótir.

Ein máti at dempa timburmenninar eftir skandaluna um óheimilaðu nýtsluna av peningi til Glasir. 

Malið um Glasir stendur sum skommin yvir øllum skommum, tá um politiska ábyrgd ræður – skommin útint av júst teimum, sum uppundir seinasta val søgdu seg nú vilja “innføra politiska ábyrgd í Føroyum”.

Tað er ongin løgmaður í Føroyum - síðani stýrisskipanarlógin var samtykt í 1994 - sum hevur víst størri atgerðarloysi tá um ábyrgd ræður, enn júst sitandi løgmaður.

At staðfesta politiska ábyrgd merkir sambært løgmanni tað sama sum at uppsiga samgonguna.

Ad-hoc toymið

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo