Birgit Remmel, lærari í føroyskum, spanskum og latíni á Glasi, fer at innleiða sýningina við filminum "Persian Lessons" í Filmsfelagnum mikukvøldið 20. januar.
Birgit fer í stuttum at greiða frá um at konstruera eitt mál, so sum gjørt verður í søguni, ið filmurin byggir á.
"Persian Lessons" er hin fyrri at tveimum Holocaustfilmum, sum Filmsfelagið vísir.
Seinni filmurin er hin týski "Tá Hitler stjól ljósareyðu kanina", ið verður sýndur sjálvan Holocaustdagin, mikudagin 27. januar.
Sýningarnar í Filmsfelagnum eru almennar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo