Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Spyrja vit skúlaleiðslurnar í fólkaskúlunum kring landið, so meta so at siga allar seg at fáa alt ov fáar tímar til leiðslu og somuleiðis alt ov fáar undirvísingartímar. Ov fáir leiðslutímar og ov fáir undirvísingartímar gera tað trupult at reka skúlan. Jóhan M. Stenberg, formaður í Skúlaleiðarafelagnum, sigur, at tímarnir, sum leiðslurnar fáa at umsita og leiða skúlan, eru at kalla óbroyttir síðan 2005, um somu tíð sum leiðsluuppgávurnar eru vorðnar nógv størri og nógv fleiri í tali.

- At leiða ein fólkaskúla í dag og fyri 15-20 árum síðan kann ikki samanberast. Uppgávurnar eru fleiri í tali á øllum økjum, bæði tá ið talan er um starvsfólkaleiðslu, námsfrøðiliga leiðslu, fyrisiting og í sambandi við øll tey, sum leiðslan samstarvar og samskiftir við. Stórur partur av fyrisitingini er skráseting. Tað eru so øgiliga nógv viðurskifti, sum skulu skrásetast í ymsum skipanum og skjalprógvast í dag samanborið við fyrr. Ein broyting er tó framd nýliga, og hon er, at leiðslutíðin ikki broytist so ógvisliga, tá ið næmingatalið veksur ella minkar. Hetta er ein bati, men batin hevði munað uppaftur betur, um fleiri tímar komu inn í skipanina, men so er ikki.

Batin svarar til 10 prosent í vøkstri av tímum yvir eitt tríáraskeið. Jóhan M. Stenberg er samdur við tey, sum siga, at hetta er ein alt ov lítil bati. Høvdu leiðslutímarnir verið tvífaldaðir, so høvdu vit verið á góðari leið, heldur hann.

- Tað er stórur bati, at leisturin at luta tímar til leiðslurnar er broyttur, so nú ræður um at fáa fleiri tímar í skipanina. Ein sera góð loysn hevði verið, at skúlarnir fingu eina tímajáttan til undirvísing og leiðslu, har teir sjálvir kundu raðfest, hvussu tímarnir verða brúktir.

Hann vísir á, at tað kunnu vera tíðarskeið, tá ið stórur tørvur er á nógvum tímum, og onnur tíðarskeið, tá ið tørvurin er minni.

- Soleiðis sum skipanin er nú, so er lítið rásarúm at raðfesta eftir tørvi. Eru nóg nógvir tímar í skipanini, og tú hevur frælsi at raðfesta, so er tað tann besta skipanin. Gongur alt væl, og trivnaðurin millum lærarar og næmingar er góður, so er kanska minni tørvur á nógvum leiðslutímum. Men stingur okkurt seg upp, so kann tørvurin trífaldast eitt tíðarskeið.

Brot úr grein í Skúlablað nr 1, 2024.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo