Herfyri spurdi Føroya Óðalsfelag føroysku hagapartarnar, hvat teir vistu um NIAR?
Ítøkiliga, tí fleiri hagapartar høvdu kært sína neyð til felagið, um Nordic Islands Adventure Race.
Nøkur høvdu nústani frætt um tað í miðlunum, sjálvt um tiltakið longu var farið í gongd, í teirra høgum. Uttan at tey vistu av tí.
Summi kendu seg ótryggan við hvørja ávirkan øll hendan ferðslan kundi fáa fyri djóralívið. Og uppaftur onnur vóru ill, um at fyriskiparnir taka 26.000 kr frá hvørjum bólki, hóast fyrireikarnir skrivliga hava vissa summar hagapartar um, at hetta var eitt ikki-vinnuligt tiltak.
Rætt skal verða rætt. Summir hagapartar siga seg hava fingið skrivliga kunning um tiltakið, 2-3 vikur áðrenn. Summi eru spurd, skrivliga, um tey vilja geva loyvi til at hetta tiltakið gongur fyri seg í teirra haga.
Summi siga eisini, at hagin hevur fingið bjóðað eina ávísa samsýning; ítøkiliga nevndi onkur 10 kr.pr luttakara.
Men sambært teimum frásagnum vit fyribils hava fingið, er tíverri nógv sum bendir á, at fyriskiparnir:
⦁ Ikki hava gjørt tað lógarkravda fyrireikingararbeiði
⦁ ikki hava kunnað allar hagapartar, hvat hetta veruliga innibar, men hava upplýst sera ymiskt, fyri ymiskum hagapørtum, hvussu tiltakið skuldi ganga fyri seg, og hvussu umfatandi tiltakið var
⦁ ikki hava fingið tey lógarkravdu loyvini frá øllum hagapørtunum, áðrenn tey settu tilttakið í verk
⦁ ikki hava gjørt skrivligar avtalur við allar hagapartar um treytirnar fyri tiltakinum
⦁ ikki hava bjóðað øllum hagapørtum nakra samsýning, fyri brúkið av teirra høgum
At hetta er eitt sokallað «non-profit»-tiltak loyva vit okkum at ivast í. Kappingin hevur fleiri stórar útlendskar stuðlar, og eisini í Føroyum stendur til dømis Visit Faroe Islands sum høvuðsstuðul. Harafturat var luttakaragjaldið, sum áður nevnt, 26.000 kr.
Eftir okkara tykki er tað púra burturvið at eitt útlendskt felag, við føroyskum sponsorum og føroyskum fyriskiparum, skipar fyri eini so stórari kapping í føroyskum hagapørtum, uttan rættvísandi kunning, uttan greiðar avtalur, uttan loyvi, og uttan samsýning.
Hetta sýnist tíverri at verða eitt ófrættakent dømi, um ein tilvitað villeiðandi framferðarhátt.
Eingin hevur loyvi til at selja upplivingar inni á ognini hjá øðrum, uttan samtykki, og uttan at serskildar avtalur eru gjørdur, í góðari tíð, og við allar hagapartar. Lógin er púra greid. Samtykki krevst frá høgunum.
At talan er um eitt útlendsk felag, við føroyskum sponsorum og starvsfólkum, ger als ikki støðuna betri.
Í samráð við hagarnar verður nú støða tikin til, um tiltakið skal meldast til Løgregluna.
Vit sóknast í tí sambandi eftir fleiri fráboðanum.
Sendið okkum boð her á facebook, ella teldupost til fo@mail.fo .
Niðanfyri sæst ein partur av teimum afturmeldingunum vit fyribils hava fingið:
⦁ ”Har ringdi ein til mín fyri 3 vikum síðani og spurdi um tey kundu fara ein túr gjøgnum hagan hjá okkum við nøkrum ítróttarfólkum, hon segði at tey ætlaðu at fara skjótt, men vistu ikki ordiliga nær alt eftir veðrinum. Eg skilti tað sum var tað ítróttarháskúlin sum skuldi fara ein túr við næmingunum, og segði so at tað kundu tey gott. Men tey máttu bara ringja aftur áðrenn segði eg, so vit vistu av tí. Hon ringdi ongantíð aftur… Men so knappliga sóu vit tað í tíðindunum, skítfult av fólki fer órógvandi gjøgnum hagan í fleiri liðum, í fleiri dagar! Har stóðu eisini telt haruppi! Eg ringdi aftur til sama nummar, og spurdi hvat hetta var fyri nakað, hetta tiltakið høvdu vit IKKI givið loyvi til tit reka seyðin av haga uppá handan mátan. Ervaseyðurin skal hava frið, tað stutta tíðarskeiðið hann gongur haruppi. Segði at tað skuldi steðgast umgangandi. Hon sigur jamen eg havi tosað við teg. Nei sigi eg hatta hava vit ongantíð givið loyvi til. Vit noyddust at hótta við sýslumanninum áðrenn hon bakkaði, hetta líkist svartasta ongum.»
⦁ ”Vit hava bara hoyrt leysasøgur um hettar tiltakið, men tá eg tosađi viđ kunningarstovuna, kendu tey einki til tađ. Vit hava tí onga álítandi vitan um hettar. Men okkara støđa hevur altíð verið púra greiđ: Har skal eingin túrur gerast gjøgnum okkara haga, uttan at fyriskiparar hava biðið um loyvi frammanundan, og so slettis ikki tá tað er vinnuligt. Men nú skilja vit, at tey bara hava gjørt tað allíkavæl, uttan at spyrja okkum! Hava vit ikki nakađ at skula siga í hesum samanhangiđ?”
⦁ «Eg fekk at vita at eingir pengar vóru í tiltakinum. Alt var sponsorerað. Av tí at tað ikki var vinningur uppí segi eg ja at tey kundu fara ígjøgnum hagan. Um eg hevði vitað hatta so hevði eg sagt nei.»
⦁ «Vit halda tit skulu steðga hesum her er jú yvirhøvir einki skil á, og má siga akkurat sum er vit føla okkum reyvrend Minnist ikki nær tey ringdu men tað var ein ung dama sum eitur X sum spurdi um tað var í lagi at ein kapping skuldi verða í okkara hagaparti. Mær dámdi tað einki spurdi so um tað var ordiliga nógv fólk og um tað bara var í okkara haga? Nei nei segði hon, tað er bara nakrir bólkar onkuntíð. Tey skulu alla møguliga aðrastaðni, so tað verður ikki so nógv hjá tykkum. Vit tosaðu so aftur og fram vit hildu ikki tað ljóðaði so galið. So eg segði fínt Bara tey hildu seg til x, og ikki fóru har sum x x x. Men nú hava tey gingið og malt her í fleiri dagar og tey eru allastaðni í haganum, eisini har sum eg segð tey ikki skuldu fara? Man kann fylgja við á hasi heimasíðuni sum tit vísti tey eru ALLA STAÐNIS, einki xxx skil á, styggja allan seyðin. Fleiri hava sæð hvussu tey eru farin uppum hegni niðri í bygdini og inn á bøin! hvat svartasta er hetta fyri eitt apukattavesin??? EG hopi onkur meldar hasi fólkini, vit vita bara ikki hvør stendur aftanfyri. Hetta skal xxx ikki fara aftur við borðinum. Kunnu tit siga okkum frá hvat tit finna utav?”
⦁ «Gódan dagin, vit hava hugsad so stutt at bara gjørt munnliga avtalu vid tey í fartelefonini. Tad var býtt, tí nú angri eg at ikki hava okkurt pappír sum tey skrivadu undir uppá har tad var klárt hvar tey kundu ganga og hvar tey ikki skuldu ganga. Fleiri hava sæd at tey ikki hava hildi seg til xx. Vit vilja gjarna vita um ein munnlig avtaka ikki er líka so gód sum ein skriftlig?”
⦁ ”Pengarnir hava einki at siga í øllum hesum her, tad er slettis ikki tad tad handlar um. Men vit vilja sum tad minsta spyrjast ádrenn tí lógin er púra klár tad vita øll! Og tí krevja vit eisini at fáa at vita hvat gongur fyri seg í okkara egna haga. Um tad ikki forstýrar seydin, so skulu tey verid so hjartaliga vælkomin, men tey er xxxxx ikki vælkomin í okkara haga um tey iki eingongd tíma at bida um loyvi! Vit finna okkum xxxx ikki í hesum, heilsa teimum tad frá mær tá tit tosa vid tey»
⦁ «Ein X ringdi til mín og spurdi um loyvi at renna úr X til X, eg var áveg á fjall so har var ikki nógv tíð at tosa, men eg gjørdi teimum púra greitt tað var bara møguligt at renna X og X, men nú síggja eg at tey ikki eru farin X allan vegin eftur hasi leinkini sum tit leggja út. Tey spurdu um at fara niður við XXXXX oman á XXXXX, men har fingu tey kortanei.
Eg bað hana endiliga ringja aftur seinni og greiða nærri frá hvat hetta var tí eg hevði ikki tíð at tosa. Men har ringdi ongantíð nakar aftur.»
⦁ «Vit vistu yvirhøvur einki um hetta fyrr enn tað var for seint, tey spurdi sama dag tey vóru komin hertil, tá hevði tiltakið verið í 2 dagar, og rutan var longu løgd. Og so logi tey fyri okkum hvat grannahagin hevði sagt, virkaði sum um tey royndu at skapa splid.
Men tað riggaði ikki tí tey høvdu vit eisini snakkað við. Hvat er hetta fyri skitnar metodur? Og so kan man eisini fara at snakka um djóraverndalógina sum sanniliga eisini umfatar seyð. Teir í grannahagnum søgdu at seyðurin hjá okkum bleiv bangin og forvirraður, og fór inn á grannahagan, og so tá friður kom á, vónandi søkti heim aftur. Men tá tað skal ganga yvir næstan 30 umfør gjøgnum allan dagin, í eina heila viku til friður kemur á, so skal man iki rokna við at seyðurin uppførir seg sum hann plagar So er hann so ótryggur at hann slettis ikki søkti at koma heim aftur
Haldi barasta tey eru so botnfrek, at eg havi ikki orð fyri hesum.
ÁHEITAN TIL NIAR, OG FYRISKIPARAR AV TÍLÍKUM TILTØKUM
Um tit í NIAR vildu tryggja tykkum, at hetta tiltakið skuldi eydnast væl, heldur enn at skapa mótstødu, so kundu tit havt vent tykkum til okkara. Fyrireikarnir kundu havt sett seg í samband við Ódalsfelagid og Bóndafelagid, ella okkara samstarvsfelag, Jarðir, sum rekur hiking.fo.
Vit gera ikki avtalur vegna hagapartarnar. Tann avgerdarrættin eiga hagarnir, og bara hagarnir.
Men vit høvdu verid fús at kunna tykkum um rætta framferdarháttin, í gódum samsvari vid galdandi lógir.
Vit kundu sett tykkum í samband vid hagapartarnar, og hjálpt bádum pørtum at tryggja, at skrivligar avtalur vórðu gjørdar í gódari tíd, og at øll loyvi vórðu fingin uppá pláss, so har vóru greiðar linjur, ádrenn tiltakid byrjadi.
Vid gódum samskifti og samstarvi kundu tit lættliga stýrt uttanum hesar konfliktirnar, og fingid eitt gott tiltak.
Og tad hevdi eisini verid tad besta, fyri okkum øll – bædi fyriskiparar, luttakarar og hagapartar.
6-10.sept verður ”Átjan Wild Islands” - eitt líknandi tiltak, sum eisini verður selt útlendingum umvegis netið. Vit hava góðar vónir um, at hesir fyrireikarnir hava lært av mistøkunum hjá hinum, og halda seg til lógarkrøvini, um samtykki og skrivligar avtalur við hagapartarnar.
Tí klandur og stríð loysir seg ikki fyri nakran, hvørki so ella so.
Føroya Óðalsfelag
fo@mail.fo
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo