Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Í komandi viku er altjóða Alzheimerdagurin, sum er 21. september. Í tí sambandi verður skipað fyri ymsum tiltøkum kring landið.

Da Aage forsvandt
Mánakvøldið 18. september kl 19 verður tiltak í læraraskúlahøllini á Frælsinum. Tá fer Rita Knudsen at hava framløguna “Da Aage forsvandt,” har hon sigur frá um støðuna sum avvarðandi hjá einum, sum er raktur av demens. Ritu og Aage kenna vit frá sendingum á TV2 “Da Aage forsvandt” og “Rita og Aages sidste dans.” Rita og Aage vórðu gift, tá Aage fekk staðfest demens og Rita sigur frá, hvussu tað er at vera avvarðandi hjá einum persóni við demens. Um øll tey torføru valini og avgerðirnar og hvussu hon hevur roynt at klára avbjóðingarnar. Hon er erlig og sigur tingini, sum tey eru. Framløgan varir umleið 2 tímar. Ein lítil steðgur verður við kaffi og smákakum og aftaná er møguleiki at seta Ritu spurningar. Rita hevur eisini útgivið bókina “Da Aage forsvandt,” sum fæst til keyps hetta kvøldið. Tiltakið er ókeypis.

Gudstænastur kring alt landið
Sjálvan Alzheimerdagin, hósdagin 21. september kl. 14, verða gudstænastur í seks kirkjum kring landið. Gudstænasturnar verða í Christianskirkjuni í Klaksvík, í Glyvra kirkju, í Vestmanna kirkju, í Vesturkirkjuni í Havn, í Sands kirkju og í Tvøroyrar kirkju. Í samband við gudstænasturnar verður eisini sangur og tónleikur.

Øll eru hjartaliga vælkomin til gudstænasturnar.

Onnur tiltøk verða eisini í samband við Alzheimerdagin og Kringvarpið fer at hava sendingar Alzheimervikuna bæði í útvarpið og sjónvarpið.

800 føroyingar raktir av demens
Mett verður, at umleið 800 føroyingar hava demens, harav eini 500 av teimum hava Alzheimer. Sjúkan rakar serliga eldri fólk, men eisini yngri fólk. Sjúkan rakar ymiskt og kann ikki lekjast, men við upplýsing og umsorgan kunnu vit bøta um tilveruna hjá bæði sjúklingum og teirra avvarðandi. Alzheimerfelagið virkar fyri, at:

⦁    Stuðla og hjálpa demenssjúkum og avvarðandi teirra.
⦁    Upplýsa og kunna um demens yvirhøvur.
⦁    Upplýsa og samstarva við lands- og kommunalpolitikarar, aðrar myndugleikar og feløg.
⦁    Stuðla gransking og menning innan hesar sjúkur.
⦁    Verja rættartrygdina hjá teimum sjúku.
⦁    Vera við í altjóða samstarvi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo