Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Álit í løgtingsmáli nr. 101/2023: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avmarkandi tiltøk í sambandi við atgerðir móti Ukraina (Avmarka heimildir at áseta reglur um avmarkandi tiltøk)

Beinir Johannesen, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Jørgen Niclasen, Árni Skaale og Bárður á Lakjuni, løgtingsfólk, hava vegna Fólkaflokkin lagt málið fram 7. mars 2024, og eftir 1. viðgerð tann 20. mars 2024 er tað beint Uttanlandsnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi 2., 16. og 23. apríl og 7. mai 2024.

Undir viðgerðini av málinum hevur nevndin havt fund við Vinnuhúsið, Faroe Agency, Kommunufelagið og landsstýrismannin í uttanríkis- og vinnumálum, Høgna Hoydal.

Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og tveir minnilutar.

Meirilutin (Bjarni Hammer, Annika Olsen, Liljan Weihe, Sólvit Nolsøe og Jenis av Rana) hevur hesar viðmerkingar:

Eftir at Russland gjørdi innrás í Ukraina hava londini í ES, NATO og onnur samsint sett í verk avmarkandi tiltøk ímóti Russlandi í eini roynd at fáa Russland at enda kríggið.

Føroyar standa saman við vesturheiminum og hava tikið undir við hesum tiltøkum mótvegis Russlandi. Harumframt hava vit m.a. noktað russiskum skipum atgongd at fiska í serøkinum, og ein umfatandi havnastongsil er settur í verk.

Meirilutin tekur ikki undir við at lata russisk skip venda aftur til tað virksemið, sum var, áðrenn vit settu avmarkandi tiltøk í verk móti russiskum fiskiskipum.

Tað eru ongar ætlanir um at slaka í teimum avmarkingum, sum longu eru settar í verk við fiskiveiðuavtaluni millum Føroyar og Russland fyri 2024. Hendan avtala skal nú endurskoðast, og meirilutin heitir á landsstýrið at fara undir fyrireikandi arbeiðið skjótast gjørligt, so Uttanlandsnevndin kann fáa tað til støðutakan í góðari tíð, áðrenn støða skal takast til framtíðar samstarv.

Við hesum viðmerkingum tekur meirilutin ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

Ein minniluti (Bárður á Steig Nielsen) hevur hesar viðmerkingar:

Hesin minnilutin metir tað hava týdning, nú vit hava átikið okkum ein nógv størri leiklut í uttanríkispolitiskum málum, at vit staðfesta eina skipan, ið vit skulu brúka frameftir. Nú vit hava fingið størri leiklut á uttanríkispolitiska økinum og leypandi fáa fleiri upplýsingar um uttanríkis-, trygdar- og verjumál, skulu vit eisini taka fleiri avgerðir.

Landsstýrið hevur tillagað sínar arbeiðsgongdir.

Tíðin er nú komin, at vit tillaga skipanina við Løgtingsins Uttanlandsnevnd, soleiðis at hon tekur atlit til nýggju tíðina við leypandi kunning frá landsstýrinum á uttanríkispolitiska økinum.

Hesin minnilutin heldur, at ein slík skipan skal byggja á álit millum landsstýrið og Løgtingið, tí tað eru ávís uttanríkismál, ið skulu viðgerðast sum trúnaðarmál, og skulu tey tí viðgerast millum Uttanlandsnevnd Løgtingsins og landsstýrið.

Viðvíkjandi støðu Føroya mótvegis Russlandi hevur hesin minnilutin frá byrjan mælt til, at Føroyar leggja seg upp at Noregi og seta samsvarandi tiltøk í verk. Um endamálið er at fylgja altjóða tiltøkum og tilmælum, og samstundis gera vart við sína ónøgd móti Russlandi, metir hesin minnilutin, at tað er rættast at hava einsljóðandi boðskap sum onnur lond. Soleiðis at Føroyar greitt kunnu boða frá, at vit hava sett somu tiltøk í verk sum ES og Noreg.

Politiska skipanin eigur altíð at hava sum høvuðsendamál at verja føroysk áhugamál, fyri vinnuna og føroya fólk, soleiðis at samfelagið stendur seg væl úti og heima.

Við hesum viðmerkingum tekur hesin minnilutin ikki undir við uppskotinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

Ein annar minniluti (Jacob Vestergaard) hevur hesar viðmerkingar:

Hesin minnilutin fegnast um, at hildið varð áfram við fiskiveiðisamstarvinum við Russland. Eitt samstarv, sum hevur stóran týdning fyri føroyska búskapin.

Tað er ikki nóg gott, at russar ikki sleppa í serøkið at fiska, tí bretar ikki vilja hava russar í serøkið, uttan at vit hava fingið nakað afturfyri frá bretum fyri at ganga ynski teirra á møti.

Russisk skip koma framvegis í føroyskar havnir, og tað er gott, hóast átøkini hava gjørt, at virksemið er minkað nógv.

Tiltøkini raka ávísar veitarar meint og hava nógv størri ávirkan á føroyska búskapin, enn tey tiltøkini, sum nakað annað land í vesturheiminum hevur sett í verk móti Russlandi.

Meðan tiltøkini eru oyðileggjandi fyri føroyskar veitarar, gera tey ongan mun, tá tað snýr seg um at órógva ella steðga russisku krígsmaskinuni.

Tær veitingar, sum russisk fiskiskip fingu í føroyskum havnum, verða nú veittar av øðrum og fara fram á opnum havi. Tiltøkini órógva ikki russisku reiðaríini, og fiskiskapurin heldur áfram ótarnaður.

Tiltøkini órógva fiskivinnusamstarvið í norðuratlantshavinum, har Russland er ein stórur leikari. Tey tiltøkini, sum fyri nógvum árum síðan vórðu sett í verk fyri at fyribyrgja ránsveiðu, eru slept, og vit eru aftur við tað gamla, har russisk skip umskipa á opnum havi, har tað ikki er møguligt at hava eftirlit við, hvat skipini hava í lastini.

Tað er undarligt, at munur verður gjørdur á einari fiskiveiðiavtalu í NEAFC, har partarnir, íroknað Føroyar og Russland, hava gjørt avtalu um svartkjaftafiskiskapin, og so tvílandafiskiveiðuavtaluni við Russland.

Um øll russisk fiskiskip sleppa til bryggju í Føroyum, ber væl til at hava neyvt eftirlit við, hvat skipini hava umborð.

Allur føroyski útflutningurin, eisini útflutningurin til Russland, eins og fiskiveiðiavtalan við Russland og tað, sum er tongt at fiskiveiðiavtaluni, snýr seg um matframleiðslu og flutning v.m. av matvørum, og tí eru tiltøkini ikki í samsvari við altjóða tilmælir frá ST um ikki at seta tiltøk í verk móti matframleiðslu og flutningi av matvørum.

Við hesum viðmerkingum tekur minnilutin undir við málinum, og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

Uttanlandsevndin, 8. mai 2024

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo