Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

- Møguligar avgerðir um at steðga týðandi búskaparligum samstarvi við onnur lond, eru sera álvarsom stig, sum kunnu hava avleiðingar fyri búskapin, samfelagið og vinnuna, sigur Høgni Hoydal um endamálið við uppskotinum Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avmarkandi tiltøk í sambandi við atgerðir móti Ukraina (Víðkaðar heimildir at áseta reglur um avmarkandi tiltøk).

Um orsøkirnar til uppskotið verður sagt í viðmerkingunum:

Løgtingið samtykti tann 6. mai í fjør løgtingslóg um avmarkandi tiltøk í sambandi við atgerðir móti Ukraina. Við lógini fekk landsstýrismaðurin heimild at áseta nærri reglur um avmarkandi tiltøk mótvegis Russlandi og Hvítarusslandi, sum eru samtykt av millumtjóða felagsskapum, ella sum hava breiða millumtjóða undirtøku.

Tiltøkini, sum Føroyar síðani hava sett í verk við kunngerð, eru grundað á avmarkandi tiltøk, sum ES, Noreg og onnur hava sett í verk sum aftursvar móti Russlandi og Hvítarusslandi, við tí endamáli at leggja trýst á londini at steðga krígnum, sbr. kunngerð nr. 105 frá 23. juni 2022.

Tá lógaruppskotið frá landsstýrinum varð samtykt tann 6. mai 2022, var hetta tó við einum broytingaruppskoti um, at tiltøk, sum kunnu ávirka fiskivinnuavtalur við onnur lond, ella sum avmarka útflutning av fiskavørum og matvørum, ikki kunna setast í verk uttan við heimild í serstakari løgtingslóg, sbr. § 1, stk. 2.

Av tí at avmarkandi tiltøk kunnu fevna um eina røð av avmarkingum fyri privat, vinnuligt og alment virksemi, kann ein avleiðing av ásetingini í § 1, stk. 2 vera, at Føroyar eftir galdandi leisti ikki kunnu seta somu tiltøk í verk, sum t.d. ES hevur sett í verk.

Tí verður skotið upp at strika hesa avmarking í løgtingslógini.

Sí uppskotið her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo