Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Týskvøldið 30. august og hóskvøldið 1. september ber til hjá fólki, sum varða av fólki við minnissvinni (dementia) at fáa vitan um, hvat minnissvinn er, og hvussu tú kanst stuðla einum í familjuni ella vini, sum fær sjúkuna.

Høvi verður at hoyra, hvørji tilboð eru í Heilsu- og umsorganartænstuni hjá Tórshavnar kommunu til fólk við minnissvinni og teirra avvarðandi. Demenstoymið í Heilsu- og umsorganartænastuni skipar fyri.

Tiltakið er ókeypis, men neyðugt er at melda til hjá Heilsu- og umsorganartænastuni á telefon 30 20 00 ella senda teldubræv til heilsuhusid(at)torshavn.fo í seinasta lagi 25. august.

Til ber at melda seg til antin 30. august ella 1. september. Tiltakið verður í Tilhaldinum í Tórsgøtu frá kl. 19.30 til 21.30.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo