Vinnuhúsið: Hvat kunnu vit í Føroyum læra av dønum, tá ið tey miðvíst arbeiða við at tryggja sær ein haldføran búskap?
Henda spurning fer Carl-Johan Dalgaard, formaðurin í danska Búskaparráðnum, at umrøða á tiltakinum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag seinnapartin í dag.
Hann fer at tosa um, hvørji ítøklig amboð verða brúkt fyri í at tryggja ein haldføran búskap í Danmark.
Limur í ”Produktivitetskommissjónini”
Carl-Johan Dalgaard er professari í búskapi á universitetinum í Keypmannahavn. Hann hevur granskað í millum øðrum búskaparvøkstri og búskaparligari menning.
Carl-Johan Dalgaard var limur í ”Produktivitetskommissjónini”, sum hugdi nærri at orsøkunum til, at framleiðsluvøksturin í Danmark hevði verið so avmarkaður síðani 1990 árini.
Virkin í almenna orðaskiftinum
Sum formaður í danska Búskaparráðnum er hann virkin í danska orðaskiftinum bæði við áskoðanum og greiningum í miðlunum.
Hann hevur seinastu 10 árini verið limur í danska Búskaparráðnum. Síðani 1. februar 2020 hevur hann verið formaður.
Tiltakið “Haldførið – hvat nú?” verður í í dag millum kl. 13 og 15.30
Tiltakið er alment.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo