Klaksvíkar kommuna: Týsdagin 29. mars kl. 16.00 bjóðar Klaksvíkar kommuna útisetum vælkomin á Christiansborg til forkunnuga framsýning og framløgu.
Tiltakið er komið í lag eftir at danskir fólkatingslimir vóru á vitjan hjá Klaksvíkar kommunu í september 2021.
Tá varð m.a. vitjað í Christianskirkjuni og í verkstovuni hjá Edward Fuglø, sum tá legði síðstu hond á myndlýsingar til eina danska týðing av Fuglakvæðinum. Fólkatingslimurin, Rasmus Horn Langhoff, var sera hugtikin av listini hjá Edwardi og hevur síðan vitjanina samskift við kommununa um, at fáa í lag at stilla hesi listaverk fram á Christiansborg.
Nú avtalan er komin í lag, so hevur fólkatingslimurin, Rasmus Horn Langhoff, eisini boðið Klaksvíkar kommunu at luttaka og í tí sambandi skipar kommunan fyri einum tiltaki, har umboð frá kommununi, eftir ferniseringina, fara at hava eina framløgu um møguleikar og tilboð í Klaksvíkar kommunu. Bjóðað verður lætt ábit og eisini verður ein tónleikaframførsla.
Hetta er sostatt ein góður møguleiki hjá lesandi og útisetum annars at fáa eina føroyska uppliving á Christiansborg.
Neyðugt er við tilmelding fyri at sleppa inn á Christiansborg. Tilmeldingin til tiltakið fer fram umvegis leinkjuna her: Tiltak á Christiansborg
Øll eru hjartaliga vælkomin til eitt hugnaligt tiltak við áhugaverdum innsløgum, púra ókeypis.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo