ÍSF: Ein av teimum sjey heiðurslønunum, sum skulu latatast á ÍtróttaFAGNAÐINUM er ÍtróttaVENJARIN 2023.
Í uppskotið til hendan heiður eru Wong Fai Yin í Havnar Badmintonfelag, Heri Ziska í Hvirluni og Sarita Kristina Hansen í KÍF Kappróður.
Wong Fai Yin í Havnar Badmintonfelag
Eingin ivi er um, at Wong Fai Yin er ein vælumtóktur venjari. Tað sæst á bíðilistunum hjá Havnar badmintonfelag, sum bara leingjast. Wong hevur megnað at skapt ein serligan áhuga fyri badmintonítróttini í Føroyum við sínum fjølbroyttu og stuttligu venjingum. Hann tekur sín ítrótt í álvara, og málið er, at allir leikarar skulu læra og mennast.
Wong arbeiðir miðvíst við bæði breiddar- og úrvalsleikarum í øllum aldri. Hann dugir at síggja ymsu leikararnar og motivera teir – og menningin er eyðsýnd bæði kropsliga og mentalt. Hann lærir tey at grunda yvir venjing, avrik og framtíð – og hevur eitt nú eggjað teimum til at skriva ítróttadagbók.
Hann er ein góð fyrimynd, bæði tá um góða venjing og heilsugóðan lívsstíl ræður, men eisini tá tað kemur til týdningin av góðum samanhaldi. Eitt nú skipar Wong fyri hugna eftir kappingar og tá ið kappingarárið endar.
Wong leggur somuleiðis dent á at læra nýggjar venjarar upp. Síðani byrjan, hevur hann havt spælarar afturat sær sum hjálparvenjarar, so hesir seinni kunnu átaka sær at venja onnur. Við hesum leggur hann lunnar undir framhaldandi menning.
Wong hevur eisini verið hjálparlandsliðsvenjari, og tað er eyðsýnt, at hann hevur styrkt og ment nógvar ungar spælarar. Úrslitini síggjast, nú fleiri standa seg væl í donsku A- og meistararekkjuni - og enntá í Eliturekkjuni. Wong eigur eisini sín stóra part í gullinum, sum Føroyar vunnu á Oyggjaleikum í 2023.
Fyri sítt stóra arbeiði og sína áhaldandi positivu ávirkan á badminton í Føroyum verður Wong Fai Yin tilnevndur heiðurin sum ÍtróttaVENJARIN 2023.
***
Heri Ziska í Hvirluni
Ímyndin av frælsum ítrótti í Føroyum man helst vera Heri Ziska. Hann íðkaði kastiítrótt í nógv ár og vann hópatals heiðursmerki á høgum støði. Samstundis setti hann seg tó eisini inn í allar hinar greinarnar í frælsum ítrótti og fór at læra frá sær.
Framvegis er hann venjari í Hvirluni – og alt sítt stóra arbeiðið ger hann sjálvboðin. Sama hvussu veðrið skikkar sær, sæst Heri á Tórsbreyt, har hann ótroyttiliga hevur vant, kveikt og motiverað óteljandi frælsar íðkarar.
Heri er nærlagdur og leggur sjáldsama nógva orku í venjaraleiklutin. Hann dugir væl at møta teimum ungu, har tey eru, og menna tey haðani. Hann virðir, at íðkararnir eru ymiskir, og leggur dent á, at tey skulu at venja tað, hugurin stendur til. Tey sleppa at mennast í friði, og eru tey betri enn seinast, ja, so hava tey vunnið, hóast tey ikki sleppa upp á sigurspallin.
Av tí, at Heri kennir allar greinarnar í frælsum ítrótti, eru venjingarnar fjølbroyttar og áhugaverdar. Fær ein íðkari skaða, dugir hann væl at leggja venjingina til rættis, so at kroppurin styrknar aftur.
Hóast Heri er knýttur at Hvirluni sum venjari, er hann eisini instruktørur hjá øðrum venjarum og ger soleiðis sítt til at seta við. Hann er gávumildur við sínum royndum, síni vitan og mongu hugskotunum um, hvussu vit í Føroyum frameftir kunnu styrkja frælsa ítróttin. Hann er altíð klárur, tá ið heitt verður á hann, og sunnumorgnar sæst hann mangan sjálvur venja í kastiringinum.
Fyri sítt nærlagdni, ídni og sín ótroyttiliga venjaragerning frælsum ítrótti at frama verður Heri Ziska tilnevndur sum ÍtróttaVENJARIN 2023.
***
Sarita Kristina Hansen í KÍF Kappróður
Sarita Kristina Hansen er ein av stóru ímyndunum í føroyskum kappróðri. Frá barnsbeini hevur hon verið virkin í kappróðrinum í Miðvági, og seinnu árini eisini í inniróðri, har hon millum annað fleiri ferðir er vorðin heimsmeistari.
Samstundis, sum Sarita hevur róð sjálv, hevur hon eisini vant aðrar rógvarar. Hon hevur lagt venjingarætlanir og lagt lag á. Av tí, at hon sjálv hevur verið virkin á stórt sæð øllum økjum innan kappróðurin, veit hon alt, sum vert er at vita. Og stórlætin letur hon sínar drúgvu royndir koma øðrum rógvarum til góðar.
Hon veit júst, hvussu hon skal stimbra og menna tey ungu – bæði ítróttaliga og menniskjansliga – so at tey geva alt, fyri røkka settu málunum. Hon dugir at seta teimum hóskandi mál og síðani støðugt at hjálpa teimum at gerast betri. Hon er ómetaliga íðin og engagerað.
Kortini kemur ítróttagleðin fremst, og sum venjari leggur Sarita dent á at menna eitt umhvørvi, har samanhald og gleði við ítróttinum eru í miðdeplinum.
Tá ið nýggjur landsliðsvenjari skuldi setast hjá føroysku rógvarunum í 2022, var tað ikki óvæntað Saritu, boð vóru eftir. Hon hevur vant ungu rógvararnir í U17, sum kappast um DM-heitið, og vaksnu rógvararnar frá U-19, sum kappast í EM og HM. Úrslitini hava verið sera góð. Í altjóða høpi teljast føroyskir rógvarar millum heimsins bestu, og Sarita eigur heilt víst ein part av æruni fyri tað.
Fyri ta stóru orku og drúgvu tíð, sum hon hevur lagt í at venja føroyskar rógvarar, verður Sarita Kristina Hansen tilnevnd til ÍtróttaVENJARIN 2023.
***
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo