Tórshavnar kommuna: Klokkan 14 í dag verður latið upp fyri tilmeldingum til Ungt Summar.
Ungt summar er ein verkætlan hjá Tórshavnar kommunu, ið fevnir um 14 verkstovur, sum 13-15 ára gomul kunnu luttaka í.
Endamálið er at skapa upplivingar, góðar felagsskapir og trivna millum tey 13-15 ára gomlu í kommununi.
Verkstovurnar í ár eru hesar:
- Tekniverkstova
- Seymiverkstova
- Prent/Grafikkverkstova
- E-sportsverkstova
- Livestreaming-verkstova
- Heimasíðuverkstova
- Smúkkuverkstova
- Sangskrivaraverkstova
- Tónleikaframleiðsluverkstova
- Filmsviðgerðarverkstova
- Dungeons & Dragons-verkstova
- Leikstjóraverkstova
- Leirverkstova
Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá Margarinfabrikkini. Har kanst tú eisini lesa meira um ymisku verkstovurnar.
Stongt verður fyri tilmeldingum týsdagin 27. juni kl. 13. Plássini verða lutað út í tí raðfylgju, tey verða umbiðin.
Hevur tú spurningar ella ivast tú í onkrum, ert tú vælkomin at skriva til petur(at)torshavn.fo.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo