Tórshavnar kommuna: Í morgin, 1. juli kl. 13, verður latið upp fyri tilmelding til Ungt Summar. Hetta er ein nýggj verkætlan hjá Tórshavnar kommunu, ið fevnir um 10 verkstovur, sum 13-15 ára gomul kunnu luttaka í.
Endamálið er at skapa upplivingar, góðar felagsskapir og trivna millum tey 13-15 ára gomlu í kommununi.
Stongt verður fyri tilmelding mikudagin 6. juli kl. 13. Plássini verða lutaði út í tí raðfylgju, tey verða umbiðin.
Verkstovurnar í ár eru hesar:
- Tekniverkstova
- Fjallasúkkling
- Seymiverkstova
- Prentverkstova
- E-sportverkstova
- Livestreamingsverkstova
- Heimasíðuverkstova
- Smúkkuverkstova
- Podvarpsverkstova
- Sangskrivaraverkstova
Nærri kunning um tær ymsu verkstovurnar og tilmeldingina eru at finna her:
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo