Eftir ætlan skuldi tilmeldingin til Tórshavnar Kvøldskúla byrja í kvøld. Men vegna tekniskt brek er tilmeldingin útsett nakrar dagar.
Gjaldsveitarin hjá Kvøldskúlanum hevði avbjóðingar við Mastercard, tá ið fólk skuldu rinda fyri skeiðini ígjøgnum skipanina í kvøld. Hini gjaldskortini riggaðu fínt.
Fyri at eingin skuldi fáa nakran framíhjárætt, varð avgerð tikin um at steðga allari tilmelding og útseta hana nakrar dagar, til brekið er rættað.
Kunning um nýggja tilmelding kemur mikudagin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo