Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Almanna- og Mentamálaráðið: Tann 23. august 2024 vóru Føroyar til hoyring hjá serfrøðinganevnd ST í breksáttmálanum.

Endamálið við hoyringini er at kanna, hvussu londini fremja sáttmálan í verki. Hoyringin er fyri kongsríki Danmarkar (Føroyar, Danmark og Grønland). Londini svara hvør sær.

Í sambandi við niðurstøðurnar frá hoyringini hevði serfrøðinganevndin ávís tilmæli og viðmerkingar, sum nevndin leggur áherðslu á verða framd í tøttum samráði og virknum samstarvi við áhugafeløg, ið umboða fólk, ið bera brek.

Tilmælini og viðmerkingarnar frá nevndini vóru almannakunngjørd 5. september 2024, og eru tilmælini nú umsett til føroyskt og kunnu lesast HER

Tað er Almanna- og mentamálaráðið, ið hevur samskiparaleiklutin sambært § 33, stk. 1 í breksáttmálanum​, og hevur skyldu at almannakunngera niðurstøðurnar​. Hvørt stjórnarráð sær hevur ábyrgd av tilmælunum á sínum málsøki.

Hetta er aðru ferð at Føroyar eru til hoyring í breksáttmálanum. Tilgongdin hevur verið drúgv. Hon byrjaði longu í 2019 við undanhoyring, har MEGD luttók, og Føroya landsstýrið sendi skrivliga frágreiðing. Fyrra hoyringin var í 2014.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo